Oddagrein·Eitt skilagott formansval

Nógv hevur verið tosað og skrivað um úrslitið av valinum, um demokrati, um Stýriskipanarlóg, um veljarans dóm osfr. Tann javnstøða, sum tók seg upp í millum samgongu og andstøðu hevur elvt til orðaskifti um, hvør vann valið, og hvør skal stýra. Sum størsti flokkur hevur Sambandsflokkurin víst á, at hann átti at staðið á odda fyri eini samgongu. Men hesum forðar Stýrisskipanarlógin í ávísan mun fyri, nú tá hon jú sigur, at løgmaður ikki nýtist at geva sessin frá sær, nú hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær.

Kanska til alla Guds lukku eydnaðist tað demokratiinum at sigra, tá størsti flokkur fekk tingformannin. Vit vita ikki, hvør samgonga verður veruleiki og hvør verður løgmaður ? um Sambandsflokkurin í heila tikið verður við í eini samgongu. Út frá hesum má sigast, at tað var heppið fyri vilja veljarans, fyri demokratiið, at størsti flokkurin og sigursharrin til valið fekk tingformanssessin. At tað so eisini er ein fyrrv. floksformaður og fyrrv. løgmaður, ið vann dystin um henda landsins mest tignarliga álitissess ger ikki støðuna verri, tvørturímóti, Føroya løgting hevur við hesum vali fingið ein tignarligan formann. Við sínum mongu og drúgvu royndum sum politikari og við eini sera áhugaverdari fortíð sum undangongumaður í føroyskum vinnulívi er valið av Edmundi Joensen til tingformann eitt gott val. Hann avloysir ein tungvektara í føroyskum politikki, Finnboga Ísakson, sum so sanniliga eisini hevur sett sín dám á politiska lívið her á landi seinastu øldina við sínum bæði sera greiðu og oftani sarkastisku útmeldingum men eisini fyri síni evni og vilja til samstarv við aðrar flokkar og politikarar. Løgtingið er vorðið fátækari, nú Finnbogi er givin.

Aftur til politiska gerandisdagin. Alt er ógreitt og umhugsar løgmaður støðuna. Ráð okkara til hansara og ikki minst til Sjálvstýrisflokkin eru ikki at víkja frá royndunum at skipa eina breiða samgongu. Tað má og skal bera til so ella so. Vil løgmaður ikki leggja kongin men halda fram við royndum sínum, mugu vit bara vóna, at hann velur breiðu samgonguna, hvussu henda so enn sær út. Jenis má ikki sleppa at vera tungan á vágskálini, og framhald av verandi samgongu er heldur ikki ráðiligt. Okkurt bendir á, at Tjóðveldisflokkurin sær Jenis sum frelsaran, og tað er lítið hugaligt at síggja, at flokkurin bara vil brúka Jenis til eittans ting, og tað er at halda Javnaðarflokkin uttanfyri. Tað eiga hvørki løgmaður ella Kári Post at lata sær lynda. Tað er burturvið av E at siga og halda, at við Jenis kann fullveldistilgongdin halda fram sum einki var hent. Hetta er ikki so. E gloymir, at tað hevur verið val, og at fullveldisvongirnir í A og D taptu, og at hesir flokkar í dag liggja nógv nærri C í sjálvstýrismálinum, og tí vil ein samgonga uttan um C, sum tjóðveldisfólk dyrgja eftir, als ikki verða í tráð við veljarans dóm. Kanska Hvítusunnuhalgan fer at geva monnum og kvinnum neyðuga rásarúmið til at lata vit og skil sigra ? og felagsnevnarin fyri tað er ein breið samgonga við høvuðsdenti á miðjuna í politikkinum.