Víðari verður víst á, at verða ikki fleiri túrar, ja, so er ov lítið vunnið við nýggja skipinum. Eisini verður gjørt vart við, at Føroyar eru fyri stórum broytingum, og um stutta tíð hava 85% av føroyingum fingið fast samband við hvønnannan á nátt sum degi. Hetta er sera tankavekjandi og eigur at geva avvarandi myndugleikum nakað at hugsa um. Samanborið vit túratøl á øðrum leiðum og føstu sambondini, sum taka seg upp undir firðunum, gerst Suðuroyggin álvarsligur eftirbátur í samfelagsmenningini, um vit binda nýggju íløguna við bryggju, heldur enn at brúka hana, verður sagt í fundarsamtyktini. Fundurin krevur tí av politisku myndugleikunum, at túratalið verður økt beinanvegin við einum túri hvønn dag í viku.
Sum longu nevnt er her talan um eitt rímiligt krav frá suðuroyingum. Oyggin er fulkomuliga bundin at sjóvegis sambandinum við meginøkið. Hetta samband er ein fortreyt fyri einum vælvirkandi vinnulívi og fyri, at hetta sama vinnuliv kann mennast. Eitt vælvirkandi vinnulív í menning er uppaftur ein meginfortreyt fyri, at fólkið i oynni kann mennast og trívast. Eitt gott, títt og trygt samband millum oyggj og meginøkið er tí ein sjálvsagdur partur av nútímanssamfelagnum. Nú hava allar Føroyar tikið eitt ódnartak við nýggja og stásiliga Smyrli í sjálvum sær eitt veldugt framstig í allar mátar. Skulu fólk og vinnulív fáa sum mest burturúr hesi íløgu er avgjørt neyðugt við fleiri túrum, hóast hetta kostar øllum skattgjaldarum pengar. Henda útreiðsla kemur aftur bæði á ein og annan hátt og kemur sostatt øllum til góðar.
Sosialurin