Oddagrein· Eitt hundrað dagar við Obama

Obama hevur nú verið forseti í USA í eitt hundrað dagar. Tað er vanligt í USA at meta um evnini og førleikarnar hjá nývaldum forseta eftir fyrstu hundrað dagarnar. Í gjárkvøldið vóru fleiri viðmerkjarar í fjølmiðlunum og gjørdu metingar av teimum fyrstu hundrað døgunum í forsetaskeiði Obamas. Breið semja er um, at Obama hevur staðið seg heilt óvanliga væl. Mett verður, at ein skal heilt aftur til Franklin D. Roosevelt fyri at finna ein nývaldan forseta, sum hevur fingið eins nógv av skafti teir fyrstu eitt hundrað dagarnar.

Tað, sum serstakliga verður víst á, er, at Obama hevur sýnt framúr virkisføri í fíggjarmálum, lógarmálum, í almannamálum, í umhvørvis- og veðurlagspolitikkinum og á utttanríkispolitiska leikvøllinum. Stjórnin hevur eftir bert hundrað døgum lagt fyri Kongressuna eina røð av lógarpakkum, ið skulu fremja mong av teimum mest týðandi vallyftunum. Ein partur av hesum lógarpakka snýr seg um útvegir burtur úr fíggjar- og búskaparkreppuni, meðan aðrir partar snúgva seg um almannamál, heilsumál og bústaðarmál. Tað er áhugavert, at Obama er betur umtóktur enn nakrantíð áður og hevur hann undirtøku frá 64% av amrikanska veljarahópinum. Hetta er heilt óvanligt og hetta gevur honum eina ómetaliga styrki at fremja sín politikk.

 

Tá alt hetta er sagt, so vísa eygleiðarar eisini á nakrar vandafullar snávingarsteinar á politisku leið Obamas. Obama hevur so at siga sett alt á eitt bretti í fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Eydnast hansara strategi, kemur USA rættliga skjótt fyri seg aftur. Um hesin politikkur hinvegin miseydnast, hevur Obama ein stóran trupulleika, tí endurreisingarætlanin í stóran mun er fíggjað við lántøku.

 

Á uttanríkispolitiska vøllinum eru tað Iran, Irak, Afghanistan og Norðurkorea, ið eru stórstu vandamálini. Fáur torir í dag at spáa um gongdina á hesum økjum. Trupulleikarnir hjá USA eru ómetaligir og tað liggur á Obama og stjórn hansara at fáa USA upp úr tí kyksendi, sum Bush stjórnin var vaðað út í. Hetta er eingin lættur setningur.

 

Eydnast politikkurin og kemur stjórnin á mál við sínum bjargingarætlanum, eydnast tað uttanríkispolitiskt at sleppa so toluliga burturúr teimum risastóru trupulleikum, sum USA er statt í í Miðeystri og í Asia, so fer undirtøkan at vaksa. Men amerikanski veljarin er, sum tikið verður til, skjótur hvønn vegin. Miseydnast verkætlanin, so hava Obama og Demokratarnir ein stóran trupulleika. Um farast skal eftir royndunum frá fyrstu hundrað døgunum, so bendir alt á, at Obama og hansara framúr dugnaliga manning fara at røkka teimum, ið forsetin hevur sett sær. Meginfortreytin er til staðar: Obama hevur frá fyrsta degi vitað, hvat hann vil, hann hevur eina heildarætlan fyri sítt fyrsta skeið, hann veit, hvat, ið hann vil við USA, og tað er ein veldug styrki í eini sera truplari politiskari og búskaparligari støðu.

Sosialurin