Allir mannarættindafelagsskapir eru ímóti deyðarevsing. Teir vísa á, at henda revsing er klárt í mótstríð við tey menniskjansligu, etisku og átrúnaðarligu virði, sum eykenna eina framkomna nútímans siðmenning. Deyðarevsing er endalig bæði á ein og annan hátt. Vandin fyri mistøkum er sera stórur og er tá eingin møguleiki at broyta ella gera ein órætt um. Søgan, t.d. eftir annan heimsbardaga, hevur avdúkað ein hóp av mistøkum í Bretlandi og USA, har ósek eru vorðin avrættað. Hvussu er so ikki vorðið, har rættarskipanin er minni framkomin enn í hesum londum?
Øll humanitert hugsandi fólk eiga at fegnast um avgerðina hjá Filippinunum. Henda avgerð er eitt stórt humanitert framstig. Henda avgerð er við til at økja um mótið og stríðsviljan hjá humaniterum og átrúnaðarligum bólkum og felagsskapum, sum kring allan heim virka fyri avtøku av deyðarevsing. Henda avgerð hjá Filippinunum kann tykjast lítisverd, tá hugsað verður um, at nógv lond framvegis nýta deyðarevsingina. Men soleiðis eigur ein ikki at hugsa. Fyri hvørja ferð eitt land legst afturat tí fjøld av siðmentum tjóðum, ið ikki nýta hesa ræðuligu og ómenniskjansligu revsing, flytir heimurin seg eitt stig longur fram, sæð frá einum humaniterum sjónarmiði.
Sosialurin