Orsøkin er sjálvsagt ikki, at fólk ikki vilja forða yvirgangi, men orsøkin er tann, at nýggja lógin loyvir myndugleikunum at nýta harðrendar avhoyringarhættir mótvegis fólki, sum eru undir illgruna um yvirgang. Hetta merkir so aftur, at tað frá í dag av er loyvt at nýta tortur í USA. Eisini sigur nýggja lógin, at yvirgangsmál í framtíðini skulu viðgerast og dømast av hernaðardómstólum. Hartil verður loyvt myndugleikum í framtíðini at hava loynifongsul til fólk undir illgruna fyri yvirgangsvirksemi.
Lógin er eitt stórt humanitert afturstig. Loyvið at nýta tortur er tað sama sum at flyta samfelagið fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Torturur ella píning hoyrir til eina døkka fortíð við lítlari upplýsing, nakað, sum vit sambinda við forfylging av heksum ella kettarum og nakað, sum vanliga verður tengt at hugmyndini av einaræði og fascismu. Tey flestu hava havt ein varhuga av, at myndugleikar í einaræðislondum nýta píning til tess at fáa fangar at viðganga yvirgang ella at royna at fella ein einaræðisharra. Men, at píning, hernaðardómstólar og loynifongsul skulu gerast partar av einum vesturlendskum fólkaræði er ódámligt og hetta hevði verið heilt óhugsandi fyri bert fáa árum síðan. Men hin 11. september ella nine eleven, sum henda hending vanliga nevnist, hevur broytt alt.
Tað er so satt, sum tað er sagt, at tað er vandamikið fyri fólkaræðið at verja fólkaræðið við ódemokratiskum tiltøkum. Amerikanska ávirkanin er sterk og nógv av tí, sum Bushstjórnin setir í verk breiðir seg til Bretlands og frá Bretlandi breiðir hetta seg til restina av Europa fyrst og fremst til Danmark, har stjórnarleiðarin sum kunnugt er mikil Bushfjeppari. Danska fólkatingið hevur antiyvirgangslóggávu til viðgerðar, sum í mongum líkist tí amerikonsku lóggávuni. Hetta er sera ódámligt, og vit kunnu bert vóna, at tingmenn megna at halda demokratisku gøtuna ruddiliga og reina. Í USA standa republikkanar til at tapa miðskeiðisvalini. Møguliga kann hetta elva til eina endurskoðan av hesi óhugnaligu og inhumanu lóggávu, sum loyvir FBI og CIA at nýta eina miðaldarliga framferð.
Sosialurin