Oddagrein· Eitt annað friðingarmál

Vit hava í blaðnum viðgjørt málið um ætlaninar at byggja eitt háhús, har Degns hús standa í dag. Hetta er fyri so vítt eitt áhugavert mál, tí talan er um at varðveita miðbýin, og tað, ið eftir er av upprunaliga umhvørvinum. Hetta mál er enn ikki komið á borðið hjá friðingarmyndugleikunum. Tað er hinvegin eitt heilt annað og nógv størri mál, nevniliga økisfriðingin av Tinganesi. Fyri at verja aldagamla søguliga umhvørvið í Tinganesi hevur Fornminnisnevndin gjørt av at friða økið rundan um Tinganes. Tinganes er mentanarligur dýrgripur hjá øllum føroyingum. Her byrjar okkara elsta søga, og hesin býlingur er framúr væl hildin, og er hetta nakað vit fyrst og fremst kunnu takka býraðnum fyri.

Tað er tí lítið at ivast í, at Tórshavnar býrað fer at taka væl ímóti uppskotinum at friða økið rundan um Tinganes. Býráðið hevur fram um nakran annan myndugleika ábyrgdina av, at Tinganes verður varðveitt óskalað fyri eftirtíðina. Hetta merkir sjálvsagt, at Býráðið má ansa eftir, at eingin útbygging verður loyvd, sum kann skaða ella órógva umhvørvið í Tinganesi. Hevur býraðið stóra ábyrgd í hesum máli, so er ábyrgdin hjá landsstýrinum ikki minni. Í Tinganesi heldur umsitingarvaldið við løgmanni á odda til undir sera bæriligum og tignarligum umstøðum. Her eigur ikki at verða gjørt nakað, sum kann skaða hetta sermerkta umhvørvið.

Skuldi tað kortini hent, at friðingin ikki verður sett í verk, soleiðis sum Fornminnisnevndin hevur mælt til, hava bæði býráð og landsstýri ein stóran trupulleika. Báðir myndugleikar koma fyri eftirtíðini at standa sum teir, ið lótu standa til, meðan Tinganes varð offrað til frama fyri eina sera ivasama útbygging av Tórshavnar havn. Hvussu ivasom henda útbygging er sóu vit, tá Norrøna fór á land. Henda syndarliga hending avdúkaði, hvussu trupul havnin er hjá stórum skipum. Tað má tí spyrjast, um tað er skilagott at halda fram við útbyggingini, soleiðis at enn fleiri stór skip enntá í senn, skullu leggja at inni á botni á Eystaruvág. Her mugu vera aðrar loysnir og aðrir útvegir. Halda avvarandi havnamyndugleikar fast við útbyggingarætlaninar, so fara neyvan 4000 undirskrivtir at koma til borgastjóran í Havn. Heldur verður talið tað dupulta, og tað er ikki hugaligt útlit hjá einum býráðsmeiriluta í hálvgingum valári. Tað ljóðar, at málið skal takast upp á samgongufundi eisini. Kunnu kommunalu myndugleikarnir ikki finna eina skilagóða loysn í hesum máli, so mugu vit bara seta okkara álit á, at okkara landsmyndugleikar, teir, sum hava innivist í Tinganesi og harvið best duga at síggja álvaran í hesum máli, syrgja fyri at fremja ta skilabestu loysnina, ikki bara Havnini at gagni men tjóðardepli okkara Tinganesi at gagni.
Sosialurin