Oddagrein· Einki samband millum tørv og játtan

Ein leiðandi embætismaður á Landssjúkarhúsinum, hevur á óvanligan hátt gjørt vart við trupulleikar á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur við brævi vent sær beinleiðis til lóggávuvaldið. Stigið er óvanligt, tí tað er óvanligt, at millumleiðarar venda sær beinleiðis til Føroya Løgting. Hinvegin má ásannast, at tey viðurskifti, sum gjørt verður vart við, eru opinbart so út av lagi, at vit eiga at vera manninum takksom fyri tað dirvið og ábyrgdarkensluna, hann her hevur víst. Viðkomandi leiðari ger vart við, at als einki samband er millum veruligan tørv og játtan til rakstur og viðlíkahald av bygningum og øllum, sum hevur við bygningar at gera, eitt nú tunnil og kloakkir.

Hetta er veruliga so álvarsamt mál, at landsstýrissamgongan kann ikki lata hetta fara aftur við borðinum. Viðkomandi leiðari minnir á, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, áður hevur meldað út, at tað eigur at kannast, hvat tað eigur at kosta at reka eitt landssjúkrahús við teimum veitingum, sum vera veittar í dag og so taka støðu til, um løgtingið vil játta fígging til tað tænastustøði, sum er í dag ella at minka um tað. Hetta er kjarnin í einum máli sum hesum. Vilja vit hava eitt nútímans landssjúkrahús fyri allar Føroyar, so mugu vit rinda tað, ið hetta kostar ella fara aðrar vegir. Eingin ivi er um, at flestallir føroyingar ynskja, at vit varðveita Landssjúkrahúsið sum meginsjúkarhús, og tí skuldi avgerðin ikki verið trupul.

 

Viðkomandi leiðari mælir til, at játtanin til rakstur av bygningum o.ø. verður skipað á sama hátt sum játtanin til medicotekniska útgerð, sum er ein serskild játtan. Hon eigur at greinast sundur í fýra partar, sum tilsamans árliga fara at kosta 24 milliónur kr. og er hetta ein vøkstur uppá 12,3 mill. kr. Tað almenna hevur júst bygt nýggjan bygning og sett stórt umvælingararbeiði í gongd í gomlu bygningunum. Hesar íløgur verða ikki tryggjaðar nóg væl, um ikki bygningar og útgerð verða hildin væl og virðiliga. Tað skuldi verið óneyðugt at gjørt vart við, at niðurslitnir bygningar og slitnar installatiónir eisini ganga út yvir viðgerðar- og sjúklingatrygd. Samstundis kann staðfestast, at stór almenn virði fara fyri skeytið, um dýrir almennir bygningar og verkløg ikki verða hildin í forsvarligum standi. Her er sostatt eingin leið uttanum. Landsstýrið má ásanna tørvin og útvega Landssjúkrahúsinum eina árliga játtan samsvarandi tørvin til rakstur og viðlíkahald av bygningum, útgerð og installatiónum, so stovnurin kann virka optimalt til gangs fyri allar føroyingar.

Sosialurin