Eyðkennini fyri fanatismu eru staðfestingar av absoluttum sannleikum og proklameringar um, at okkurt er einasta leið. Syrgiligt er, um onkur bert sær eina leið, og enn meira syrgiligt er, um hendan leiðin er skeiv ella bland er komið millum mál og miðil.
Í brátt farna ári hava vit sæð eina ikki sørt mannminkandi tilgongd. Føroyska samráðingarútspælið um fullveldi var - sum andstøðan eisini hevði á orði áðrenn samráðingarnar byrjaðu - ósmæðið. Tað, ið onkur pástendur var karaktermorð uppá føroyingar, var meira at meta sum eitt karaktersjálvmorð framt av samgonguni. Vónandi síggja vit ongantíð aftur slíkar undirmineringar av føroyskum sjálvsvirði, sum til dømis at sita í tímavís á einum fundi og royna at fáa donsku stjórnina at viðurkenna, at teimum ikki tørvar at góðkenna eina føroyska loysing. Um vit halda, at teimum ikki tørvar at góðkenna loysingina, hví skulu vit so partú hava teir at viðurkenna tað? Tað skal vera okkara vón fyri tað nýggja árið, at Føroya kosnu menn fara at føra seg fram á ein hátt, ið ger, at føroyingar ? eisini útisetar búsitandi í Danmark ? kunnu bera høvdið høgt og vera ernir av teimum. Hettar hevur ikki verið støðan í ár, har menn ósmæðið hava kravt evsta vald fyri annans gjald.
Varaløgmaður hevur havt á orði, at eingin hevur sagt ella kann siga, at sáttmálauppskotið hjá landstýrinum ikki hevði verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær tjóðir. Vit loyva okkum at ivast í hesum pástandi, men skulu, um hann er rættur, hervið vera teir fyrstu til at siga, at uppskotið hevði ikki verið ein góður karmur um ein felagsskap millum tvær tjóðir. Tað hevði givið ein ikki sørt ringan smakk, um vit framdu evsta vald fyri annans gjald. Tað skal vera okkara nýggjársynski, at ósmædnið og kravmentaliteturin verður lagt á hillina í komandi ári soleiðis, at vit venda aftur til at valda so hvørt sum vit gjalda.
Vónandi sleppa vit í tí nýggja árinum frá, at politisk litað brøv vera send til ST undirskrivað av embætisfólki. Føroya landsstýri kann til eina og hvørja tíð fáa upplýsingar frá ST eins og hvør heimsborgari kann tað. Gott hevði verið, um samgongan sjálv fór at avlíva sínar egnu mytur um, at føroysk embætisfólk ikki kunnu fáa upplýsingar úr ST.
Búskaparligi spurningurin, ið veruliga er tað, ið skilir Føroya Landsstýri og donsku stjórnina kemur vónandi í fokus í tí nýggja árinum. Okkum tørvar greiðar linjur, tí í løtuni er tað greitt sum ein fløkjustampur, hvat samgongan ætlar viðvíkjandi tí búskaparliga. Annars vil blaðið ynskja øllum viðskiftafólki sínum og øllum føroyingum eitt gott nýggjár og tøkk fyri tað farna
Sosialurin