Oddagrein· Á einari leið

Hóast tað ikki var eins stór undirtøka sum fyri fýra árum síðani, má kortini sigast, at úrslitið av 2. útbjóðing er á einari leið. Hesaferð eru 8 feløg við, í 2000 vóru tey tvífalt so nógv. Tað hevur sínar orsøkir. Eitt nú eru fleiri av feløgunum, sum vóru við í 2000 men ikki nú framvegis virkin her. Tað eru feløgini, sum hava 6 ella 9 ára loyvi. Hesi hava helst valt at steðga á og gera seg liðug við sítt arbeiði frá 1. rundu, áðrenn tey fara út í meira. Hinvegin eru nøkur nýggj feløg við, ChevronTexaco, OMV og Geysir.

Tað er greitt, at vónirnar til Gullhornið vóru í so bjartar. Kortini eru kolvetni staðfest, og tað hevur týdning fyri allan landgrunnin. Tað fær feløgini framhaldandi at trúgva uppá, at onkunstaðni á landgrunninum goyma kolvetni seg. Og fundini, sum eru gjørd á bretskum øki longur norðuri beint við markið, hava so eisini skapt nýggjar vónir . Nú verður bráddliga tosað um, at tað er als ikki óhugsandi, at tað inni á landgrunninum undir basaltinum finnast risastór olju- ella gassfelt. Tann sannroynd, at ein av høvuðsaktørunum á Atlantsmótinum sum heild sum ChevronTexaco nú er við at leita, ger, at tað verður eitt sindur hugaligari.

Bæði føroysku oljufeløgini eru við í útbjóðingini. Tað kann tykjast eitt sindur spell, at Atlants Kolvetni ikki er við í nøkrum av tyngru bólkunum. So er spurningurin um felagið hevur verið ov seint á sjóvarfallinum ella hetta er tí, at tað í fyrstu atløgu ynskir at arbeiða saman við einum minni felag fyri so seinni at kunna taka onnur stór feløg uppí ella sjálvt "farma" inn í eitt annað samtak. Hetta seinasta er væl sannlíkt, um so er at myndugleikar og onnur oljusamtøk, sum søkja um somu teigar sum Atlants Kolvetni og Geysir, meta tað vera rætt at taka hesi bæði við. Men einki er givið. Tí verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hepnast Atlants Kolvetni at fáa onkran góðan bitan í hesi runduni. Hitt føroyska oljufelagið hevur skorað seg inn í millum Statoil, Dong og Shell og má tað sigast at koma tí væl við, nú hesi feløgini eru millum oddafeløgini á landgrunninum.

Áhugavert verður at síggja, hvat nýggja leiðslan á Oljufyrisitingini fer at fáa burtur úr telvingini um bestu plássini í 2. útbjóðing. Tí hóast feløgini helst hava søkt ymsa staðni er sannlíkt, at fleiri at umsóknunum matja hvørja aðra tvs. fleiri feløg ella samtøk ynskja uttan iva somu teigar og hesi liggja helst har norðuri og nær markinum. Umframt hesa avbjóðing skal fyrisitingin eisini gera sær tankar um, hvussu verður við boringunum í 1. rundu, um hesar skulu borast í Gullhorninum ella um tær skulu flytast og onkrar møguliga leggjast saman til at bora inni á basaltinum t.d. í verandi 9 ára loyvum, og harvið vera við til at lata dyrnar upp til myrka dýpið undir basaltinum. Eitt er hvat oljufeløgini vilja, annað er hvat myndugleikarnir meta vera best fyri Føroyar og til tess at fasthalda áhugan hjá oljufeløgunum sum heild. Aftur her verður talan um eina skilagóða javnvág, sum fyrst og fremst má hava fyri eygað upprunaliga endamálið: at tilrættaleggja soleiðis, at bestu møguleikarnir fyri at finna olju og gass verða troyttir - hvussu tað so enn verður skrúvað saman.

Sosialurin