Hóast tað ikki er alment, hvør stillar upp, so kenna vit kortini nøvnini á teimum, ið stilla upp til hetta týðandi embæti. Hesi skulu longu í ”eldin” leygardagin, tá skipað verður fyri fundi millum kirkjuráðslimir og bispakandidatarnar. Tað eru nevniliga ikki vit øll, sum skulu velja bisp, men einans kirkjuráðslimir og prestarnir, eini fimm hundrað fólk í tali.
Tað er uttan iva sera ymiskt, hvønn týdning vit leggja í eitt bispaval. Tað eru tey, sum halda, at tað er næstan líkamikið, hvør er bispur, meðan onnur leggja stóran dent á júst, hvør hesin verður. Onkur vil hava ein bisp, ið kann virka sum fakfelagsmaður/kona fyri prestarnar, ein, ið tryggjar og varir av prestastættini. Onnur halda, at umráðandi er at hava ein bisp, ið er okkara andsliga trúarandlit bæði inneftir og úteftir, tann, sum raðfestir, hvørji virði vit sum fólk og tjóð eiga at leggja okkum eftir.
Í okkara hugaheimi skal hann røkja báðar uppgávurnar. At hann fer at røkja áhugamálini og tørvin hjá síni egnu stætt átti at verið ein sjálvfylgja. Meðan hin parturin, sum vit leggja alstóran dent á, hvussu víðskygdur og virðiligur hann er, hvussu stórt tolsemi er, hvussu vítt til veggja og høgt til loftið verður, er av alstórum týdningi.
Tað er greitt, at Føroya fólk hava ymsar áskoðanir um, hvønn leiklut bispur skal hava og hvørji virði hann skal raðfesta og standa fyri. Lat okkum fáa ein bisp, sum stendur fyri vígskydni og tolsemi og sum ikki er bangin fyri at fylgja mongu av norðurlendsku starvsfeløgum sínum. Fyri mong kann bispur hava ein landsfaðirligan leiklut, sum vegleiðir og ráðgevur og sum setir út í kortið. Vit hava ikki tørv á einum bispi við trongskygni og ”gamla testamentarligum” útleggingum av Bíbliuni. Bispur eigur at vera hevjaður upp um hetta bara at egintulka og bókstaviliggera Bíbliunnar orð. Hann eigur at taka tað besta og tað, sum flestu av okkum kenna okkum hoyra til. Heldur enn eygað fyri eygað útlegging er tað vón okkara, at hann fer at raðfesta orðini hjá Jesus Pápa um at venda hin hjálkan til, um at gera fíggindar til vinir, um at fara inn í kamar sítt ol.
Føroya komandi bispur eigur at hava VÍÐSKYGNI fremst í skjøldri sínum. Hetta orð merkir sambært orðabókini: væl upplýstur, víðan sjónarring, frælslyntur, tollyntur og rúmskygdur. Miðlahúsið fer mikudagin 19. September at hava alment Bispating á Trapputinginum.
Sosialurin