ODDAGREIN: Ein ótryggari heimur við Bush

Amerikanska forsetavalið gjørdist ein gysari. Sjáldan hevur tað staðið so javnt millum tvey forsetavalevni Í løtuni er ógreitt, um nýggi amerikanski forsetin eitur Bush ella Gore. Val hevur eisini verið til kongressina Her hava republikanararnir vunnið tepurt. Møguleiki er tí fyri, at republikanski flokkurin fer at hava buktina og báðar endar. Tað kann neyvan verða gott fyri demokratiið, um republikanski flokkurin fær valdið bæði í Hvítuhúsunum og í teimum báðum kømurunum í kongressini.

 



Flestu eygleiðarar og stjórnarleiðarar í Europa seta sítt álit á, at uppteljingin í Florida fer geva Gore meirilutan. Eitt USA við Bush sum forseta fer at skapa óvisssu og ótryggleika í heiminum, nú tað verður roknað við, at Bush fer at reka ein isolatoriskan politikk. Hyggja vit at, hvat republikanarin Bush stendur fyri, so er eisini orsøk til at óttast. Tí hesin óroyndi republikanarin kann koma at seta kíla í ta vælferðarskipan, sum demokratarnir hava roynt at byggja upp seinastu árini við m.a. eini betri sosialari trygdarskipan og einum útbygdum útbúgvingarverki.


Tað er ikki serliga hugaligt at ímynda sær ein høgravendan republikanara í Hvítu Húsunum komandi fýra árini, sum eisini hevur alt valdið í Kongressini. Tí tað gevur hansara, eftir europeiskum hugsanarhátti og leisti, asosiala og mannarættindafíggindaliga politikki vind í seglini og tað lovar ikki gott fyri demokratiið í heimsins mætastu tjóð.


Bush er dyggur mótstøðumaður í abortspurninginum, og tað kann koma at hava álvarsligar menniskjansligar avleiðingar. Bush er so eisini kendur fyri, at vilja geva øllum amerikarum loyvi at bera vápn uttan nakrar restriktiónir. Hetta kann eisini koma at at fáa avleiðingar fyri kriminalitetin. At komandi amerikanski forsetin hevur met í avrættingum í sínum egna heimstati er eisini nakað, sum man geva mongum vestureuropeara høvuðbrýggj. Tað er tankavekjandi, at maðurin í hesum heimsins mest týðandi embæti, skal vera tann politikarin, sum hevur sent flest borgarar í elektriska stólin.


Sosialurin