Oddagrein:Ein útrættað hond?


Ein av teimum tungu í Tjóðveldisflokkinum, sjálvur fíggjarmálaráðharrin kemur nú við útrættaðari hond til Javnaðarflokkin. Karsten Hansen vil fegin gera broytingar í uppskotinum til búskapargrunn fyri at fáa størsta andstøðuflokkin at taka undir. Hetta eru nýggir tónar frá Tjóðveldisflokkinum, sum hesi trý árini hevur verið eyðkendur fyri ikki at vilja taka andstøðuna við í nakað.

 


Síðani flokkurin eftir nærum eini nátt fekk nýggjan formann og ?gomlu? veteranarnir vórðu mestsum tveittir út í myrkurið, hevur ungi formaðurin rikið eina sera einsrættaða linju. Tað, sum føroyskir politikarar ikki høvdu megnað í nærum 50 ár vildi hann nú brádliga fáa uppá pláss eftir nøkrum fáum árum. Ein og hvør, sum ikki var samdur við hesi linju var útifrystur. Bæði innanfloks og í øðrum flokkum.


Tá henda samgongan tók við vórðu tað mong, sum hildu, at tað var gott, at størri fokus varð sett á sjálvstýrisleiðina. Eisini á hesum stað varð hildið, at neyðugt var at proritera sjálvstýrisgongdina meira, men samtíðis søgdu vit, at hetta mátti gerast við skili og ikki í óðum verkum og við slíkari ferð, at hetta bara kom okkum aftur um brekku.


Nýggi formaður Tjóðveldisfloksins vildi bara ikki lurta eftir nøkrum øðrum, hvørki í sínum egna flokki ella í øðrum flokkum. Frægir tjóðveldismenn, ið vildu hava formannin at reka konsensuspolitikk og fremja broytingar í samstarvi við aðrar politiskar flokkar, eitt nú Javnaðarflokkin, fingu greitt at vita, at her var eingin annar vegur enn tann hjá nýggja formanninum ? konfrontatiónsleiðin og einki annað.


Nógv gott kundi verið spurt burtur úr, um formaður Tjóðveldisfloksins hevði lurtað meira eftir teimum hóvligu og uppbyggjandi røddunum í sínum egna flokki og teimum afturvendandi royndunum hjá eitt nú javnaðarfólki at verða hoyrd og harvið fáa lut í og ávirkan á gongdina. Tvíhaldanin hjá formanni Tjóðveldisfloksins um sín einsrættaða kontrontatiónspolitikk skuldi so eisini vísa seg at gerast ein vanlukka, fyri okkum øll. Vit síggja klandurið í samgonguni og vit hava eisini sæð, hvussu rutineraðir og trúgvir tingmenn í flokkinum hava verið viðfarnir av nýggju floksleiðsluni.


At Tjóðveldisflokkurin nú vil laga uppskot síni soleiðis at eisini andstøðan kann taka undir er nýtt. Vónandi er tað ikki bara uppá kvamsvís. Tað er so sanniliga uppá tíðina, at fólk í Tjóðveldisflokkinum fáa eyguni upp fyri tí veruleika vit liva í og eisini virða aðrar flokkar og meiningar. Tekur formaðurin ikki og broytir kós og siðalag mótvegis øðrum, so kann henda, at flokkurin er á veg út í eina oyðimarkagongd í 4, 8 ella kanska 12 ár. Kanska er tað hetta fíggjarmálaráðharrin hevur gjøgnumskoðað. Men kanska tað er ov seint.


Sosialurin