Týskir, danskir og bretskir fjølmiðlar hava avdúkað og væl og virðiliga skjalprógvað, at fólk undir illgruna fyri yvirgangsætlanir verða tikin og burturflutt til lond, ar CIA sleppur at avhoyra tey undir pínslu. Tær upplýsingar, sum her koma fram, sannar ella skeivar, vera eftirfylgjandi brúktar í rættarmálum í USA ella tær verða brúktar at forða ætlaðum yvirgangi. Tað er skjalprógvað, at CIA við einum privatum flogfelagi hevur brúkt loftrúm hjá ríkisfelagskapinum til slíkan fangaflutning. Tað er eisini avdúkað og skjalprógvað, at hesi flogfør í ávísum førum hava lent á flogvøllum í ríkisfelagskapinum, mest í Grønlandi, men eisini í sjálvum Danmark. Almenningurin í báðum londum er ikki fegin um hetta, sum gongur fyri seg í loftrúmum teirra. Hetta stríður móti øllum vanligum humanum princippum eins og hetta er beinleiðis í stríð við altjóða avtalur.
Tað má tí sjálvsagt vera í lagi, at føroyska landsstýrið roynir at forða hesari ferðslu í okkara loftrúmi. Víst er loftrúmið eitt ríkismál, har vit ikki hava lóggávuvald, men slík viðurskifti forða vanliga ikki okkara politikkarum at hava eina meining og at gera sína ávirkan galdandi. Tað er tí alla æru vert, at landsstýrismaðurin við uttanríksmálum ætlar at steðga hesum ólógliga flutingi. Hetta er ein spurningur um vanligan moral og siðsemi. Hava vit, tá avtornar, ikki talað at ella roynt at steðga hesum óskili, so eru vit saman við USA og CIA sek í einum álvarsomum broti á altjóða mannarættindi. Tað er tí torført at skilja, at nakar flokkur á tingi skal hava ilt av hesum. Her áttu allir føroyingar at staðið sum ein og víst neyðugt moralskt dirvi heldur enn eftirlæti.
Sosialurin









