Oddagrein· Ein sorgarleikur

USA og stjórn tess eru kommin upp í rasshaft av krígnum í Irak. Fyri hvønn dag, ið gongur, økist harðskapurin og irakar í túsundatali eru deyðir ella løstaðir av yvirgangi, harðskapi og krígsatgerðum. Heldur ikki USA er sloppið snikkaleyst - meira enn túsund hermenn eru falnir, síðan hertøkan av Irak byrjaði. Irak er við at gerast ein stórur sorgarleikur og útlitini fyri einum bata í støðuni eru smá.

Ein kanning hjá sjónvarpinum ABC News og blaðnum Washington Post vísir, at 57 prosent av amerikanarunum eru misnøgd við, hvussu George W. Bush, forseti, hevur handfarið kríggið í Irak. Kanningin vísir eisini, at amerikanararnir halda lítið um ætlanina at hava val í Irak í næsta mánað. 58 prosent siga, at tað er ov tíðliga, og 54 prosent siga, at valið verður hvørki frítt ella rættvíst. Kortini halda 60 prosent, at valið eigur at verða hildið sum ætlað. Yvirhøvur eru amerikanararnir ikki nøgdir við Bush, forseta, sjálvt um hann varð afturvaldur fyri hálvum øðrum mánað síðani. Bara 48 prosent siga seg vera nøgd við avrik forsetans. Kríggið er sostatt við at gerast ein politiskur kleppur fyri forsetan. Nú sigur ein stórur meiriluti av fólkinum eisini, at verjumálaráðharrin, ein av heykunum í Bushsjórinini, eigur at fara frá í stundini fyri sína handfaring av krígnum.

Valið, sum stendur fyri framman, skal gera enda á tí undantakstøðu, sum ræður og burturúr valinum skal koma eitt vesturlendskt fólkaræði. Øll vóna sjálvsagt, at henda verkætlan skal eydnast. Men tíverri bendir alt á, at soleiðis verður tað ikki. Her eru alt ov nógvir sterkir hernaðarligir og hálvhernaðarligir bólkar, sum hava mestsum frítt spæl. Valið og demokratiseringstilgongdin hava ikki røtur í fólkinum, og politikkararnir, sum skulu mynda nýggja fólkaræðið, verða illtonktir fyri at ganga ørindi fyri USA. Sostatt eru útlitini ikki tey bestu og spurningurin, sum alt fleiri í vesturheiminum seta sær, er um USA yvirhøvur er rætti aktørurin at skipa fyri demokratiskeringstilgongdini. Spurningurin er, um ikki ST nú átti at komið inn og tikið yvir. Fortreytin fyri slíkari loysn er. at øll stórveldini taka undir við henni og stuðla henni av fullum og við neyðturviligari hermegi. Tað átti at verðið bíðað við valinum til møguleikarnir fyri slíkari loysn vóru kannaðir og royndir.

Sosialurin