Altjóða verkamannarørslan hevur røtur aftur í ídnaðarkollveltingina, sum byrjaði fyri 200 til 250 árum síðan í Europa. Undir hesari samfelagsbylting hendu stórar sosialar og demografiskar broytingar. Ófaklærd fólk í stórum tali gjørdust vinnuleys á landsbygd, og hesi fólk streymaðu í hundraðtúsundatali til teir skjótt vaksandi býirnar, har tey royndu at selja teirra arbeiðsmegi til tann vaksandi ídnaðin. Í hesum byltingarskeiði var arbeiðarastættin til í einum tíðarbili við ómetaliga vánaligum lívskorum, vánligum bústaði, ongari almennari heilsutrygd ella almannaverki. Barnadeyðin var stórur, lønirnar lágar og arbeiðaravernd var ikki til. Børn vórðu nýtt sum areiðsmegi í spinnaríum og kolanámum vanlukka og deyði hoyrdu til dagsins ordan. Hetta var eisini tíðarskeiðið, har Europa og Amerika ríkaðu seg upp við trælahandli, trælahaldi, kolonialismu, har hjálandið skuldi lata rávøruna, og koloniveldið skuldi vinna pening av at virka rávøruna. Soleiðis var eisini støðið lagt undir ta skipan, ið vit enn hava við ríkum og fátøkum londum.
Í hesum skeiði herdist stættastríðið millum tey, sum seldu arbeiðsmegi og teir, sum áttu framleiðslutólini. Verkafólk lótu sær ikki hesi trælakor lynda, men settu seg til mótverju og skipaðu seg á ymsan hátt. Tá verkamannafeløg síðst í 1700 talinum av álvara fóru undir at seta krøv og skipa fyri mótmælisgongum, vórðu allir felagsskapir, ið røktu áhugamál verkafólksins bannaðir. Men krøvini um fólkaræðið og betri lívskor harðnaðu, og samvinnuhugsjónin vann alt meira frama. Brynjað við ástøðiligum vápnum, sum tey fingu frá mætum heimspekingum og verkamannavinum vunnu verkafólk alt fleiri rættindi og í 1864 var Fyrsta Altjóðasamband Verkamanna stovnað. Hetta felag varð bannað eftir kommunuupreisturin í París og oddamenn- og kvinnur vórðu tikin av døgum. Í 1880 unum kom europeiska verkamannarørslan fyri seg aftur. Fakfeløg og javnaðarflokkar vórðu stovnað í hópatali og krøvini vóru oftast 8 tíma arbeiðsdagur, arbeiðaravernd, hægri løn, betri lívskor sum heild og fólkaræði.
Í Føroyum er verkmannnarørslan um hundrað ára gomul. Fyrst komu Føroya Fiskimannafelag, síðan komu Fylking og Havnar Arbeiðsmannafelag og í 1925 kom Føroya Arbeiðaraffelag. Føroyska fakfelagsrørslan hevur hvat stóran týdning fyri bøttum lívskorum. Í ávísum tíðarskeiðum hava fakfeløgini eisini havt stóran vinnuligan týdning sum íverksetarar av stórum vinnufyritøkum á samvinnustøði. Alt broytist, einki stendur í stað, og nógvar fortreytir eru boyttar, síðan fyrstu feløgini vórðu sett á stovn. Fakfeløgini eru vorðin partur av fólkaræðiligu skipanini, men alt meira bendir á, at hesi stóru og sterku rørslu tørvar nútímansgerð. Avbjóðingarnar eru nógvar og stórar. Altjóðagerð við útflyting av arbeiðsplássum, vitanarsamfelag, pensiónsreformum, lønarstríð o.m.a. Onkur vil vera við, at stættastríðið er av. Aðrir vilja verða við, at tað stendur við og eigur at verða hert. So ymiskar áskoðanir eru, er eitt tó vist, og tað er, at stættamunur er framvegis í Føroyum. Munurin millum tey, ið hava ov mikið og tey, ið hava ov lítið, er stórur.
Sosialurin










