Oddagrein Ein søgulig hending

So eydnaðist tað ES londunum at semjast um eina grundlóg fyri alt ES samveldið. Iuttan mun til um okkum líkar hetta, so er grundlógin ein søgulig hending, tað skerst ikki burtur. Hóast allir statsleiðarar nokta fyri tí, so er semjan um ES grundlógina tað higartil størsta stigið fram móti Sameindu Statum Europas. ES grundlógin, sum skal verða komin endaliga í gildi í 2014, flytir myndugleikan á avgerandi økjum frá teimum einstøku tjóðunum og til samveldið við ráðharraráði, nevnd og tingi.

Tey mest týðandi myndugleikaøkini, ið verða flutt frá limalondunum til samveldismyndugleikarnar, eru uttanríkismál, verjumál og rættar- og løgreglumál. Her er sostatt talan um ómetaliga stórar broytingar, ið flyta stór og týðandi myndugleikaøki frá limalondum til samveldið. Her er sostatt talan um eina sera víttfevnandi miðsavnan av politiskum valdi. Tað er í hesum høpi áhugavert at minna á, at alt hetta, sum nú er hent, eru broytingar, sum eitt nú danskir og bretslkir politikkarar søgdu ongantíð fór at henda. Danski forsætisráðharrin Schluter gjørdist kendur fyri orðini: Unionen er død! Her skuldi bert vera talan um búskaparligt samstarv og als einki polititisk samstarv. Samveldið er sostatt ikki deytt men sprellivandi.

Tað er ein góður spurningur, hví øll gongdin hevur verið tann øvugta av tí sum sagt og lovað varð í 1972, tá Danmark og Bretland fóru upp í tað táverandi EF nú ES. Hetta hevur nakað at gera við, at alt Europa og øll verðin eru broytt á ein hátt, sum eingin tá dugdi at hugsa sær. Múrurin fall, politisku og samfelagsligu broytingarnar í Eystreuropa, internationaliseringin og yvirgangurin eru nøkur av lykalorðunum, tá vit skulu finna svarið til hendan spurning. Tað er eisini ein sera áhugaverdur spurningur, hvat, ið tey lond, sum enn eru uttanfyri ES nú far at gera. Mestan áhugan og størsta týdningin fyri Føroyar í hesum samanhangi er spurningurin, hvat Noreg og Ísland nú fara at gera. Tað er eingin, sum í ramasta álvara longur trýr, at hesi bæði lond kunnu halda seg uttanfyri í tað óendaliga. Til tess er teirra búskapur alt ov samantvinnaður við ES. Hartil kemur, at tann tíð nærkast, tá tað fer at gerast ein politiskur trupulleiki hjá báðum hesum londum at standa uttanfyri ES. Tá hetta hendir, so fer aftur tað óhugsandi at henda, at bæði Noreg og Ísland fara at søkja um limaskap í ES. Hvussu fer hetta at ávirka okkum og hvat gera Føroyar tá? Tað er ein spurningur, sum øll eiga at seta sær longu nú.
Sosialurin