ODDAGREIN: Ein rangsnúgving

Tað er einki annað enn rangsnúgving av ringasta slag, tá formenninir í teimum trimum landsstýrisflokkunum siga eftir seinastu veljarakanningina, at atkvøða føroyingar nei tann 26. mei, so atkvøða føroyingar Føroyar inn í danska ríkið. Hetta er fullkomiliga burturvið, og eitt dømi um, at landstýrisflokkarnir royna at villleiða fólk.

 

Fólkaatkvøðan tann 26. mei um fullveldisgongdina er bara ein vegleiðandi fólkaatkvøða. Okkara lógargrundarlag heimilar bara vegleiðandi fólkaatkvøðum. Líka mikið um føroyingar atkvøða ja ella nei, so atkvøða vit okkum hvørki úr ella inn í danska ríkið.

Føroyar vórðu ikki eftirspurdar, tá grundlógin varð sett í gildi fyri Føroyar í 1849. Tá heimastýrislógin varð sett í gildi hundrað ár seinri, limaðu vit okkum heldur ikki formliga inn í danska ríkið, eins og Grønland gjørdi, tá tað fekk sína heimastýrisskipan.

Vit kunnu øll tulka eitt úrslit ella eina veljarakanning ymiskt, og her skulu vit ikki tulka tulkingina hjá floksformonnunum, men bara afturvísa hasi demagogisku tulkingini. Hatta er ein roynd at ræða, eins og orðini hjá forsætisráðharranum um 4 ára skiftistíð, tilvitað ella ei, ræðir nakrar føroyingar.

Veljarakanningin staðfestir, at væl minni enn helvtin av føroyingunum tekur ikki undir við ætlan landsstýrisins, og at samgonguflokkarnir hava ikki meirilutan aftan fyri seg. Líka mikið um hetta er ein veljarakanning ella ei, so er landsstýrið í eini veikari samráðingarstøðu.

Enn er einki komið fram, um landsstýrisflokkarnir endurskoða ætlan sína, men orðini hjá forkvinnuni í Sjálvstýrisflokkinum søgdu nógv. Sambært henni hevur Sjálvstýrisflokkurin fingið sín vilja ígjøgnum, men veljarin tekur ikki undir við flokkinum!

Tí kann hugsast, at Sjálvstýrisflokkurin vil endurskoða ætlanina. Hesum tekur Fólkaflokkurin helst undir við, tí løgmaður hevur ferð eftir ferð sagt, at einki uppskot skal út til fólkaatkvøðu, sum ein meiriluti ikki tekur undir við. Tí má hann annaðhvørt fáa eina breiðari semju um eina skilabetri skipan ella leggja kongin.

Hann hevur einki annað val. At fara út at stríðast um hvørja atkvøðu, og kanska fáa ein tepran meiriluta skapar ikki politiskan tryggleika.