Tað, sum landsstýrismaðurin førir fram, fellur sum vitiligt er ikki í góða jørð á Sandoynni, men kortini tykist Magni Laksáfoss at fáa udirtøku frá fleiri og óræddur má hann sigast at vera.
Mangt er broytt her á landi síðani fyrsta ætlanin um undirsjóvartunnil um Vestmannasund varð steðgað eftir undirskriftainnsavning kring landið. 10 ár seinni fór verkætlanin í gongd aftur, og stutt eftir bankaðu Norðoyggjar á dyrnar og vildu hava fast samband við Miðøkið. Tá kjakið um Norðoyatunnilin var í hæddini fyri umleið 7 árum síðani vóru fleiri atfinningarsamar politiskar røddir. Kortini varð anlegslógin samtykt og nú er koyrandi til Klaksvíkar.
Tað kundi tí verið áhugavert at hugt nærri at teim turru tølunum í samband við Norðoyatunnilin og Vágatunnilin og samanborið hetta við ætlaða Sandoyartunnilin.
Brúkarin rindar ein part av íløguni í báðum undirsjóvartunnlinum og landið rindar sín part. Landskassans partur kann uppgerast soleiðis.
Norðoyatunnilin 235 mió
Vágatunnilin 160 mió
Tilsamans 395 mió
Samanbera vit hetta við Sandoyarrunnilin, so kemur landið helst at rinda alla íløguna, ið verður umleið 700 mió. Hetta merkir, at Sandoyartunnilin kemur at kosta landskassanum umleið 300 mió meira enn Vágatunnilin og Norðoyatunnilin tilsamans.
Við eini almennari útreiðslu uppá 395 mió hava vit knýtt flogvøllin og 9000 borgarar uppí Miðstaðarøkið, og helst var hetta skilagóð raðfesting.
Nú skulu vit nýta 700 mió fyri at knýta 1400 borgarar uppí Miðstaðarøkið. Magni Laksáfoss kennir tað búskaparliga handverkið. Hann er fakmaður. Kanska er tað orsøkin til at hann biður okkum steðga á.
Sosialurin