Oddagrein Ein góð hugsjón

Ferðslutrygd hevur nú sett eitt tiltak í verk, ið nevnist "0-hugsjónin". Endamálið við hesum tiltaki er, at eingin skal doyggja og eingin skal koma álvarsliga til skaða í ferðsluni. Tá ein hugsar um, hvussu nógv, ið doyggja í ferðsluni í Føroyum og hvussu nógv, ið koma til skaða, so kann tað tykjast mestsum vónleyst at seta slík mál.

Hinvegin hevur støðan nú í mong ár verið so álvarsom, at okkurt heilt munagott nú má gerast fyri at økja um ferðslutrygdina. Tað er tí púra beint at seta fram ein tílíka hugsjón. Og vit noyðast øll at trúgva, at tað ber til, tí gera vit ikki tað, so ber neyvan til at røkka hesum høga máli at eingin skal doyggja í ferðsluni.

Hetta at fáa deyðsvanlukkurnar niður á nul, er eitt gott og avgjørt neyðugt mál. Hetta er eitt mál, sum allir føroyingar uttan iva taka undir við. Nú verður so rikin ein kampanja til tess at røkka hesum máli. Í hesum høpi hava vit øll eina stóra ábyrgd. Allir partar eiga at gera sítt besta til tess at røkka nul-hugsjónini. Ferðslutrygd, løgregla, vegamyndugleikar, koyriskúlar, skúlar og dagstovnar, foreldur og almenningurin sum heild. Hetta er avgerandi neyðugt, tí vit kunnu ikki longur liva við øllum teimum mongu vanlukkunum í ferðsluni.

Vit hava her í Føroyum í áravís talað og skrivað um allar ferðsluvanlukkurnar og teir sorgarleikir, ið standast av teimum. Ásannast má, at ov lítið er hent á økinum og vanlukkurnar koma aftur og aftur. tað hevur einki endamál at trætast um, hvør ið hevur ábyrgdina av, at so lítið er hent. Nú tykist sum avvarandi myndugleikar av álvara eru farnir til verka. At byrja við at seta sær ein 0-hugsjón sum mál er sjálvsagt og eiga vit øll at stuðla hesi hugsjón og at gera okkara besta til tess, at henda hugsjón kann gerast veruleiki.

Sosialurin