Spurningurin um sømilig hølisviðurskifti hjá miðnámsskúlanum í Suðuroy er gamal og trupul. Í úti við fýratí ár hava næmingar og lærarar húsast undir trongum korum, sum hava sett mangan heilt órímilig krøv til allar partar. Tað byrjaði fyrst í sjeytiárunum undir sera truplum korum. Men tað gekk, tí lærararnir vóru eldsálir, ið høvdu ta trúgv uppá verkætlanina, sum skuldi til, og lokalsamfelagið, tey ungu, foreldrini og kommunurnar tóku væl ímóti tiltakinum. Men tey máttu sum vant, tá um Suðuroynna ræður, bíða, til tey norðanfjørðs høvdu fingið sítt. Hartil hevur skúlin havt ta syrgiligu lagnu at vera politisk kastibløka, sum so mangt í Føroyum. Í áravís var óvissa um staðsetingina, og stríð um henda spurning kundi eins væl havt forkomið hesi frálíku verkætlan. Endin gjørdist, at HF, sum Miðnámsskúlin, tá nevndist, varð fluttur til Vágs, har hann húsaðist í trongum korum. Tá so myndugleikarnir langt um leingi taka sær um reiggj undir fullveldislandsstýrinum at lata nýggjan skúla byggja í Vági, verður spakin settur í jørðina vesturi í Bø við stórfingið hátíðarhald og eftirfylgjandi stórari og lívligari veitlsu. Einki løgið í tí, hetta var veruliga ein stórur dagur í Suðuroy.
Men sum best, meðan menn standa sveittan í barm vestur í Bø og grava út, sveiggjar, sum ikki einaferð, politiska pendulið í Føroyum. Nýggja landsstýrissamgongan vísir seg at hava aðra hugsan um skúlaskapin í Suðuroy, serstakliga við atliti at bygnaði og staðseting. Nú skal allur miðnámssektorurin samskipast og umskipast og í hesum høpi verður tað upplagt at leggja Almanna- og heilsuskúlan á Tøroyri saman við Miðnámsskúlanum í Vági. Í hesum høpi verður gamli skúlapakkin tikin framaftur undan væðingini í Tinganesi, og politisk avgerð verður skjótt tikin um at savna ta miðnámsundirvísing, sum er í oynni, í ein depil - í Hovi. Sum vera man elvdi henda avgerð til illstøðu, og mong kendu hetta sum eina løgna avgerð. Men avgerðin varð tikin, hon var lóglig, og mangt bendir á, at suðuroyingar hava góðtikið hana, um enn mong kanska serstakliga í sunnaru helvt hava gjørt hetta við ringum tannabiti. Nú er depilin so við at taka skap, reisigildið hevur verið. Karmarnir síggjast, og tey, sum hava gott skil á byggifrøði, siga, at verkætlanin er framúr og at bygningurin sjálvur verður ein arkitektonisk perla nakað sum Norðrulandahúsið og ellisheimið í Vágum. Sostatt er reisigildið bert at fegnast um, og vit ivast ikki í, at nýggi skúlin fer at verða til mikið gagn fyri Suðuroynna og allar Føroyar. Nýggi skúlin fer ivaleyst at gerast tann mentanar- og upplýsingarmiðadepilin, sum ikki bert verður eitt frálíkt og gott tilboð til ungdómin, men sum eisini fer at virka savnandi og mennandi fyri Suðuroynna sum heild.
Sosialurin










