Finnur Helmsdal kom eisini við sera hvøssum, men samstundis sera vælgrundaðum atfinningum at lógaruppskotunum. Hann vísti á, at komu broytingarnar gjøgnum tingið, fóru tær at merkja eitt afturstig fyri veikar samfelagsbólkar. Henda støða tingmannsins útloysti eitt satt ódnarveður frá partanni hansara, almannaráðharranum.
Uttan at fara í smálutir, ber tó til at sláa fast, at kjarnan í álopi landsstýrismannsins vóru ikki hansara sera sakligu atfinningar. Nei tingmaðurin var sagdur at hava reint privat motiv sum grund fytri sínum atfiningum. Atfinningarnar vóru hevnd fyri, at Finnur Helmsdal ikki varð vorðin landsstýrismaður í almannamálum. Eisini varð brigslað Finni, at hann bert var eykamaður. Tað er so nakað heilt nýtt, at eykamenn ikki hava líka nógv virði sum ?vanligir? tingmenn.
Burtursæð frá, at Finnur Helmsdal ivaleyst hevði verið ein sera góður og fakliga væl funderaður landsstýrismaður, við tí innliti, áhuga og royndum hann hevur á tí sosiala økinum, so er hetta langt út. Tað er bæði ósakligt og ódámligt, tá ein landsstýrismaður soleiðis loypir á ein tingmann og brigslar honum heiður og æru frá, tí viðkomandi tingmaður er ósamdur. Tingmenn (eisini eykmenn) eru yvir landsstýrismonnum! Teir eru bert og eiga bert at vera bundnir av síni samvitsku.
Atburður landsstýrismansins avdúkar ein ódámligan hugsunarhátt. Tað er so tað, tað er. Verri er, at hesin atburður samstundis avdúkar, at tað so týdningarmikla orðaskiftið og demokratiskur hugsunarháttur hava trong kor í Tjóðveldisflokkinum. Tað er eisini vert at merkja sær, at Finnur Helmsdal tey árini hann hevur sitið á tingi hevur roynt at fáa sínar egnu at reka ein virðiligan sosialpolitikk og ansa eftir ikki at lata flokkin draga ov langt til høgru av eitt nú fólkaflokkinum.
Tað, sum er enn verri, er, at flokkurin hetta seinasta árið hevur latið seg stýra í alt ov stóran mun av Miðflokkinum. Nakað, sum Finnur ikki hevur kunnað forðað, nú hann ikki hevur havt sæti á tingi. Nú hann kom inn sum eykamaður hevur hann so kortini gjørt vart við síni sjónarmið og kunnu vit so bert gita, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri hansara framtíðar virksemi í flokkinum. Hvussu og ikki, so hava allir flokkar brúk fyri tingmonnum við innliti og royndum í mál sum eitt nú sosialmál og sum tora at standa við sítt. Hetta er eitt øki, sum flokkar við virðing fyri sær sjálvum, ikki eiga at ganga uppá kompromiir við bara fyri at varðveita vald.
Sosialurin