Oddagrein: Dyrnar á glopp

Fundurin, sum formanskapur Norðurlandaráðsins júst hevur hildið í Føroyum, hevur sambært forseta ráðsins gloppað dyrnar fyri Føroyum til Norðurlandaráðið. Forsetin, danski fólkatingsmaðurin Ole Stavad segði í samrøðu við blaðið í gjár, at nú fyriliggur frágreiðing frá fókarættarligum serfrøðingum um støðuna hjá sjálvstýrandi londunum. Niðurstøðan tykist vera, sambært Stavad, at eingin løgfrøðilig forðing longur er fyri fullum limaskapi.

Orsøkin til hesa kúvending er, at fólkarættur tykist vera í skjótari broyting. Meðan tað fyri bert tjúgu árum síðani var so, at bindandi avtalur bert kundu gerast millum sjálvstøðug lond, so er tað nú vorðið alt meira vanligt, at sjálvstýrandi lond og ymsir felagsskapir gera bindandi avtalur við sjálvstøðugar statir. Her er tí eingin forðing longur fyri limaskapinum hjá okkum. Spurningurin er so, um vit veruliga vilja henda limaskap? Vilja vit rinda tað, ið hetta kostar? Vilja vit taka lut í øllum virkseminum av fullum huga?

Vit ivast ikki í, at føroyingar allir veruliga hava viljan til at taka lut í norðurlendskum samstarvi og rinda tað, ið hetta kostar. Her er jú nógv at vinna: stuðul til vísindi og mentan, royndir, kontaktir og netverk  alt hugtøk, sum eru neyðug fyri eina tjóð í menning og eina tjóð á veg fram ímóti alt størri sjálvræði. Vit ivast ikki í, at landsstýri, samgonga so væl sum andstøða av fullum huga nú fara at virka fyri fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum, og øll ynskja ivaleyst, at hetta skal fara at eydnast væl.

Sosialurin