Hóast tað fleiri ferðir av vertinum varð lagt upp til, at fólkaheilsuætlanin er ein fremstifingur av ovasta politiska palli - og at slík politisk kravboð ikki eru tað rætta, so sló hetta kortini ikki ígjøgnum kjakið.
Vit kunnu sjálvandi hava ymsar meiningar um, hvussu eitt slíkt átak skal gerast. Men vit kunnu valla vera ósamd um, at hetta er eitt skilagott stig, sum landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur tikið.
Vit kunnu kalla tað eitt stríð móti teimum sokallaðu vælferðarsjúkunum. Eitt stríð ímóti sjúkum, sum vit við okkara fría vilja kunnu bæsa - kunnu steðga! Hví so ikki gera tað? Og um tað er neyðugt við einum sparki av ovastu politisku rók, so hví ikki tað?
Vit kunnu t. d. taka roykingina. Formaðurin í fyribyrgingarráðnum varskógvaði her í blaðnum nú um dagarnar um, at málið í Visjón 2015 ætlanini á roykiøkinum var alt ov óambitiøst. Hann nevndi, at politiskt drál og politiskur ódugnaskapur innan roykifyribyrgingina kann koma at kosta 100 tals føroyingum lívið, tí at visjónin sigur, at í 2009 skal talið á roykjarum vera í mesta lagi 20%, og at sama tal í 2015 hæst skal vera 15%.
Vit kunnu koma við nógvum umberingum, men viðvíkjandi roykingini, so snýr tað seg bara um vilja. Og um ein politiskur fremstifingur kann verða við til at fremja henda vilja, so er tað eisini í lagi.
Óli Breckmann segði tað so væl, tá hann nevndi ymsu snildirnar at lokka løgtingið til at játta pening til ymisk endamál, at hetta fólkaheilsuætlan landsstýrisins var eitt gott endamál. Tað halda vit eisini, drívið á!