Tey, ið fyri fýra árum síðani trúðu tá nývalda Bush, sum tá segði, at hann fór at søkja móti miðjuni og virka fyri allar amerikanarar, tóku so dyggiliga feil. Hann gjørdi beint tað øvugta, og henda gongd tykist nú at halda fram. Enn eitt stig á víðgongdu høgraleið síni er útnevningin av nýggjum løgmálaráðharra. Bush hevur nevniliga útnevnt løgfrøðiliga ráðgeva sín í Hvítu Húsunum og fyrrverandi ráðgevi sín í Texas, tá hann ráddi fyri borgum har, Alberto Gonzales, at taka við. Hetta boðar sanniliga ikki frá góðum.
Tað gagnar hvørki USA ella umheiminum, at ein víðgongdur og snævurskygdur høgravendur persónur verður settur í tann so týðandi løgmálaráðharrasessin. Okkum tørvar fólk at leiða frælsa heimin, sum hava breitt innlit og forstáilsi og virðing fyri øðrum. Nýútnevndi Gonzales hevur verið oddaráðgevin í Guantanamopolitikkinum hjá forsetanum. Og leita vit aftur til tíðina, tá Bush var guvernørur í Texas, var sami Gonzales hansara næsti løgfrøðiligi ráðgevi. Allir deyðadómar, har søkt varð um grið ella útseting, vórðu avgreiddir av Gonzales. Tað vóru hansara ráð Bush helt seg til, tá hann vendi fingurinum niðureftir í øllum sakunum ella lat vera við at kunna Bush um tær mest týðandi greinarnar í sakunum. Eingin fekk grið, eingin deyðadómur varð útsettur. Bush fylgdi uttan at blunka øllum ráðunum frá ráðgeva sínum. Tí er Bush eisini tann, sum í amerikanskari søgu hevur met í at fullføra deyðadómar. Kalt og kyniskt syrgdu Gonzales og Bush fyri, at ivi ella nýggj prógv skuldu ongantíð koma teim deyðadømdu til góða. Einaferð deyðadømdur, altíð deyðadømdur. Sami Bush fær í dag rós fyri sítt støðufesti. Ja, sama støðufesti átti hann eisini, tá tað ráddi um deyðadómarnar í Texas.
Tað eru tey, sum verja og hámeta Bush, tí hann skal eitast at vera tann einasti og rætti kristni forsetin. Sum um øll onnur eru ókristin. Tað eru so eisini tey, ið halda, at mótstøða móti Bush er tað sama sum at vanvirða og hata hann. Dømi um tað finna vit í grein í blaðnum í dag. Nei, vit hata ikki fyri tað, um vit eru krittisk og ósamd. Vit virða demokratiið, og einki í demokratiinum er meira virðismikið enn møguleikin at kunna vera á varðhaldi, seta spurningar, ávara og finnast at, har tað er neyðugt. Okkara metan er, at Bush og hansara víðgongdu fólk eru ein vandi fyri bæði USA og heimin. Tað ber væl til at standa fyri góðum kristnum virðum uttan at skula taka undir við Bush og hansara fólkum. Vit hava øll okkara rætt til at lesa og tulka Bíbliuna, sum vit halda vera rætt. Eingin hevur patent uppá tí einastu røttu útleggingina. Heldur ikki Bush. At tað eru so mong fólk í USA og eisini her heima, sum hava valt at hava Gamla Testamentið við sínum "eygað fyri eygað hugburði" í sínum skjøldri, er óhugaligt og eisini rættiliga sjálvmótsigandi, tá somu fólk eisini brúka Jesus, sum sín frelsara. Ein Jesus, sum savnaði heldur enn at skapa fíggindar, ein Jesus, sum stóð fyri fyrigeving og tolsemi. Tey, sum halda, at Bush er vandamikil fyri heimin, hava fullgóðan rætt til at finnast at honum, uttan at fáa sett eitt haturs spjaldramerki á seg.
Sosialurin