Tað hevur tikið langa tíð at seta eftirmannin hjá Arna Thorsteinsson.
Umsóknarfreistin var úti fyrst í november, og mong grunaðu tí, at okkurt
var í umbúna. Hesin illgruni koma so týðuliga fram týskvøldið, tá tað
frættist, at landsstýriskvinnan so dyggiliga fer uttan um setnarbólkin
og tann alment skrásetta setanarpolitikkin.
Setanarbólkurin, sum var mannaður við aðalstjóranum, mentanarstjóranum
og løgfrøðinginum í Mentamaálráðnum saman við einum umboði fyri Føroya
Fornminnissavn, stillaði bara Símun Arge til stavið, og innstillingin
var einmælt.
Tá innstillingin ikki hóvaði Anliss Bjarkhamar bað hon tvær ferðir um
eina nýggja innstilling, men setanarbólkurin helt fast um sína einmæltu
innstilling. Hon tók so málið í egnar hendur - helst saman við øðrum úr
egnum flokki, sum hava aðrar ætlanir við Fornminnissavninum,
Granskingardeplinum og Fróðskaparsetrinum!!!
Hví nevndi landsstýriskvinnan fýra ferðir Fróðskaparsetrið í samrøðuni
við Dag og Viku týskvøldið?
Anliss Bjarhamar hevur óivað sínar góðu og niðurskrivaðu grundgevingar
at seta danan. Men tað átti eisini at talt, at Símun Arge hevur verið
knýttur at Fornminnissavninum í meira enn 20 ár og hevur verið í
arbeiðnum og flestu útgrevstrunum kring landið í meira enn 30 ár.
Men málið er eisini rættiliga prinsipielt, tí nú hava vit aftur eitt
dømi um, at landsins stýri undirgrevur sín egna setanarpolitikk. Vit
kunnu aftur nú spyrja, hví vit skulu hava eina niðurfelda mannagongd við
setanarbólki og innstillingum, tá landsstýrismaðurin loypur um landsins
politikk, og setir eftir egnum høvdi! Hvussu fara alemennir stovnar at
virða almenna setanarpolitikkin, tá landsstýrið ikki ger tað?
Tað er einki at ivast í, at báðir umsøkjarar, sum hava verið alment
frammi, eru skikkaðir til starvið. Men at tað skal ein ónatúrliga góð
grund hjá Anliss Bjarhamar til ikki at seta mannin, sum hevur virkað á
stovninum í mong ár, hevur ferð eftir ferð verið settur
landsfornfrøðingur, og sum setnarbólkurin við hægstu embætismonnunum í
Mentamálaráðnum hevur innstillað einmælt!
Sosialurin










