Oddagrein· Clinton vælkomin til Føroya

Tað er einki minni enn eitt bragd av Vinnuhúsinum at fáa fyrrverandi amerikanska forsetan, Bill Clinton til Føroya. Clinton hevur í eina tíð rikið eitt sera virkið fyrilestrarvirksemi. Tað byrjaði við, at hann fyri umleið fýra árum síðan var kosin til ársins fyrilesari hjá BBC. Hann helt stutt eftir nýggjar í 2003 eina røðu í BBC, sum varð send beinleiðis og mett varð, at fleiri hundrað milliónir um allan heim sóu. Boðskapurin var greiður: taka tey stóru, sterku, ríku og framkomnu londini ikki ábyrgd av teimum veikaru pørtunum av heiminum, so gerst altjóðagerðin ikki ein felags møguleiki, men ein hóttan og ein marra. Heimurin er í dag ein, og tey framkomnu londini eiga at taka fylgjurnar av hesum. Hetta merkir at taka eina felags ábyrgd av øllum menniskjum á foldini. Taka tey ríku londini ikki ábyrgd, enda vit í einum ragnaroki, sum einki menniskja hevur hugflog at ímynda sær.

Henda sterka undirstrikan av ábyrgd teirra sterku og ríku av teimum veiku og fátøku er eitt konsekvent framhald av forsetaembæti Clintons. Clinton var frá ungum árum djúpt hugtikin av norðurlendska vælferðarmyndlinum og serstakliga av svensku útgávuni av hesum samfelagsmodelli. Hetta at tað ber til at menna eitt framúr framkomið ídnaðarsamfelag, samstundis sum ein mennir vælferðina til at vera fremst í heiminum, hugtók Clinton djúpt, tá hann sum ungur studentur ferðaðist í Europa. Tá hann gjørdist guvernørur í Arkansas nýtti hann høvið at seta í verk nógvar av teimum noðurlendsku vælferðarskipanum í hesum stati. Úrslitið varð, at Arkansas frá at vera ein av mest tilafturskomnu statum í USA, gjørdist millum fremstu statir innan útbúgving, gransking, sosiala vælferð, búskap og vinnu. Hetta var eitt politiskt bragd. Hann royndi sum forseti at endurtaka bragdið, men tað eydnaðist bert lutvíst, orsakað av, at hann misti meirilutan í Kongressini. Hóast hann ikki hevði meiriluta í Kongressini eydnaðist tað Clinton hóast alt at fremja eina víðfevnda lóggávu, sum nútímansgjørdi USA, soleiðis at nógv av tí framgongd, sum var í fyrra skeiði Bush stavar frá lóggávu Clintons til nútímansgerð av USA. Uttanríkspolitiskt markeraði hann seg sterkt á mongum økjum og oftast við sera hepnari hond. Hetta venda vit aftur til seinni.

Hvat gagnar vitjan Clintons so okkum? Svarið liggur so ræði fyri, at tað er mestsum óneyðugt at svara. Kortini skulu vit eins og so mong onnur royna nøkur boð uppá svar. Hetta, at ein av heimsins mest virdu, kendastu og klókastu leiðarum vitjar okkara land er í sjálvum sær ein ómetaligur vinningur fyri allar Føroyar. Vitjan hansara í sjálvum sær merkir eitt ómetaliga sterkt positivt fokus á Føroyar. Møguleikarnir fyri politiskt, vinnuliga og mentanarliga at gagnýta hetta fokus eru mestsum óavmarkaðir. Hartil kemur, at tað uttan iva verður ein stór uppliving hjá føroyingum at fáa vitjan av einum so karismatiskum og sjarmerandi manni, sum heilt givið fer at geva mongum íblástur. Nú ræður so um at smíða, meðan jarnið er heitt.

Sosialurin