Oddagrein· Ábyrgdarbýtið millum land og kommmunur

Vit síggja í hesum døgum, at samgongan hevur ein politikk, ið miðar eftir at leggja so nógv sum møguligt út til kommunurnar at umsita. Summar kommunur eru ivaleyst førar fyri at umsita nógv, og helst meir enn tær gera í løtuni, meðan aðrar ikki makta meir, enn tað tær umsita í løtuni. Kanska kunnu størri kommunalar eindir bøta um hetta, men hvussu er við pengunum?

Í farnu viku sást, at sama landsstýri, ið vil leggja meiri ábyrgd á kommunurnar, ikki hevur so frægt álit á kommunalar felagsskapir, at hesir kunnu samráðast um løn sjálvir. Hvat Karsten Hansen hevur hugsað fyri sær vita vit ikki, men hansara sýtan at góðkenna SEV sáttmálan ber ikki boð um økt kommunalt sjálvstýri. Hyggja vit at orðunum hjá Høgna Hoydal og halda tey ímóti gerð Karsten Hansens, so mugu vit bert konstatera, at orð og gerningar ikki hanga saman.

Hví er so umráðandi at leggja meir út til kommunurnar at umsita? Tað má ikki verða so, at landsstýrið, fyri at lætta um á fíggjarlógini, turkar alla fíggjarliga ábyrgd á kommunurnar. Tað má heldur ikki verða so, at landspolitikarar kunnu sleppa at skáka sær undan ábyrgd við at siga, at hetta og hatta er ein kommunalur trupulleiki. Hetta hava vit mangan sæð í spurninginum um barnaansing. Barnaansing er ikki bert ein kommunalur trupulleiki. Um barnaansingin ikki er nøktandi, so kostar tað arbeiðsmarknaðinum og harvið samfelagnum pening, og tá er tað ein samfelagstrupulleiki, óansæð hvør ikki er sína uppgávu vaksin.

Tað verður tosað um, at kommunur skulu hava alla fíggjarligu ábyrgdina av fólkaskúlanum. Fólkaskúlin verður ongantíð bert ein kommunalur trupulleiki, tí um hann ikki riggar, ja so missir alt samfelagið sum heild, og harvið er tað ein landspolitisk ábyrgd, hvussu enn víkir og vendir. Eisini má landið broyta skipanina við kommunala íløgukarminum, um smærru kommunurnar skulu hava nakran livandi kjans at lyfta nakrar uppgávur í samband við fólkaskúlan, og so leingi hetta ikki hendir, so verður neyvan talan um flyting av stórvegis ábyrgd. Ikki um talan er um eina ábyrgdarfulla samgongu.

Sosialurin