Fyri framman eru fýra ár við einum sera høgravendum forseta, sum í mongum førum setir til viks mannarættindi og virði, sum vit í vesturheiminum annars meta sera høgt. Tað er tí ein ólukka fyri bæði USA og restina av heiminum, at ein konservativur Bush hevur tikið við tí embæti, sum vanliga verður mett sum mest týðandi starvið á jørðini, so stórt vald og so stóra ávirkan hevur amerikanski forsetin í altjóða høpi.
Gud náði amerikanarar nú Bush hevur tikið sæti í Washington. Her verður hugsað um meiniga mannin, um tað fátækradømi og sosiala og annað órættvísi, sum fer fram í amerikanska samfelagnum. Og Gud nái umheimin, nú Bush eftir øllum at døma fer at leggja brenni á bálið til enn eitt kalt kríggj við síni stjørnukríggsætlan.
Bush hevur sett ráðharrar, sum eru so langt til høgru, at hetta kann koma at hava álvarsligar avleiðingar fyri samfelagsgongdina komandi árini. Eitt nú stendur løgmálaráðharrin fyri so víðgongdum høgravendum sjónarmiðjum, at stórir partar av amerikanska samfelagnum mótmæla og ávara. Hesin ráðharrin er kendur fyri støðu sína móti tí abortlóggávu, sum finst í USA, hann er fyri fullkomnari fríari vápnasølu og tí har fylgir, hann er ímóti teimum, sum stríðast fyri einum betri umhvørvi osfr. Sjálvur heldur Bush eisini lítið um umhvørvisfólk og ljóðar tað, at hansara næstu umhvørvisráðgevar eru stóru oljufeløgini. Og soleiðis kundi verið hildið fram við at reksa upp øki og mál, har Bush nú vil venda øllum útviklinginum. Ístaðin fyri at fáa eitt rættvísari og betri land fyri øll fer Bush at brúka allar midlar til at gagna teimum fáu og teimum, sum frammanundan eru múgvandi. Skattalætti fer at gera tað ómøguligt at byggja upp eina meira rættvísa undirvísingarskipan og eina sosiala trygdarskipan fyri øll.
Fyri ikki at tosa um mannarættindi. Bush verður nevndur sum bøðilin, ið gjørdist forseti. Sum guvernørur í Texas hevur hann verið við til at taka umleið 150 fólk av døgum. Í ongum føri, har biðið hevur verið um at fáa sakir útsettar ella uppafturtiknar, tí ivi var um próvtilfarið - hevur Bush játtað hetta. Kalt og kyniskt hevur hann víst øllum slíkum aftur. Og meðan aðrir statir í USA eru farnir at seta spurnartekin við allar deyðadómarnar og eru komnir eftir, at 7. hvør deyðadømdur er órættvíst dømdur ella hevur ikki fingið neyðugu hjálpina at verja seg, so hevur gongdin undir Bush verið tann øvugta. Har aðrir statir hava góðtikið DNA-royndir sum part av próvtilfarinum og har hetta í fleiri førum hevur frídømt fólk, sum eru dømd til deyðis uppá skeivt grundarlag, har hevur Bush sagt kortanei til at loyva DNA-royndir. Alt peikar tann eina vegin, at vit her hava fingið ein stívrendan og harðrendan forseta, sum heldur enn at virða vanlig mannarættindi ger tað øvugta. At hesin maður verður hann, sum fer at útnevna 2 - 3 nýggjar dómarar í Hægstarætti komandi árini er kanska tað mest ræðandi, tí við at seta høgravendar dómarar verða øll mannavirði, sum nútíðar hummanistiska, solidariska og sosialt medvitandi samfelagið sær fram til, kveistrað til viks.
Sosialurin