Oddagrein·Burðardygg menning ? vit og hini

Í hesum døgum er heimsráðstevna í Johannesburg, har evnið er burðardygg menning. Umboð og stjórnarleiðarar úr øllum heiminum, eisini úr Føroyum, hava luttikið á hesi fyri mannaættina týðandi ráðstevnu. Undan hesi ráðstevnu var ein ráðstevna undir einum meira avmarkaðum karmi, í oljubýnum Stavanger, har sama evnið varð viðgjørt, tó bara við tilknýti til orku.

Tað er greitt, at orkumál eru bert ein partur av orðaskiftinum um burðardygga menning, men ein rættiliga týðandi partur. Eitt reint umhvørvi og ein skynsom nýtsla av dálkandi ráevnum eru týðandi fortreytur fyri liviumstøðurnar hjá okkum sjálvum og komandi ættarliðum. Um vit vilja tað ella ikki, so verður brúk fyri at troyta olju og gass í mong mong ár fram, men um somu tíð eiga vit at gera íløgur í varandi orkukeldur so sum sólorku, vind- og alduorku, hydrogenorku osfr. Gerast Føroyar framtíðar olju- og gassframleiðandi tjóð hava vit eisini eina stóra ábyrgd í so máta, og verða stór kolvetnisfund gjørd her hjá okkum, hava vit eisini eina skyldu til, nú vit eru so fá í tali at býta hesa møguliga stóru køku, at geva okkara íkast at stuðla upp undir at troyta og gera íløgur í varandi orkukeldur. Eitt av oljufeløgunum, sum hevur leitiloyvi við Føroyar, Agip er longu í gongd við at skunda undir alduorkuætlanir og kunnu vit, við t.d. at brúka framtíðar oljupengar til at fara undir slíkar ætlanir, geva okkara íkast til burðardyggu menningina. Tí skal tað vera vón okkara, at feløg sum Agip saman við góðum kreftum her á landi skapa grundarlag fyri at gera Føroyar til eitt av plássunum, har spírar verða lagdir til varandi orkuloysnir. Vit hoyra um Ísland, sum gongur undan at slóða fyri hydrogenorku, og vit hoyra um okkara grannar á bretsku oyggjunum, sum slóða fyri alduorku. Eru ikki Føroyar ideella staðið at vera prototypuverkstaður fyri ymsar varandi orkukeldur!

Tað frættist annars, at flest øll lond vilja skriva undir Kyoto avtaluna, sum skal minka um dálkingina, men har vit føroyingar hava tikið eitt fyrivarni. Tað er møguligt, at orsøk er til at taka hesa støðu í løtuni, men sjálvandi mugu eisini vit vera við til at taka tøk saman við teimum stóru. Kanska hava okkara myndugleikar ikki dugað nóg væl at greitt frá, hví vit hava tikið umrøddu støðu.

Burðardygg menning fevnir tó um so mangar aðrar lutir eisini, og ein teirra er skynsom troytan av tilfeinginum, eitt nú fiskinum. Tað er ikki serliga hugaligt í hesum døgum at hoyra okkara fiskifrøðingar og altjóða fiskifrøðingar havast at okkara politikarum fyri ikki at vilja lurta og taka framtíðar ávaringarklokkur í álvara. Fiskifrøðingarnir hava inniliga heitt á politikararnar um at slóða fyri eini minking í veiðuni fyri harvið at leggja upp fyri til verri tíðir. Tvs. at við at minka um veiðuna nú koma vit at vera betri fyri uppá longri sikt. Men løgið nokk, so eru nærum allir politikarar samdir við landsstýrismanninum og vinnuni, at einki skal slakast nú. Hesin politikkur klingar ikki serliga væl í oyrunum, tá vit um somu tíð vilja vera við til at geva hugtakinum burðardygg menning veruligt innihald.

Sosialurin