Oddagrein· Breiður ryggur skal til

Fíggjarmálaráðharrin er fakmaður á sínum politiska øki. Í kronikkini, sum hann hevði í blaðnum í gjár sást, at hann eisini hevur pedagogisk evnir.

Politiski veruleikin viðvíkjandi búskapinum er tann, at andstøðan altíð vísir á, at tað eru onnur viðurskifti og umstøður enn tiltøkini hjá samgonguni, sum eru orsøk til búskaparligu gongdina: fiskaríið, alingin, fiskaprísirnir, rentan og oljuprísirnir. Búskaparligu parametrarnar hava vit onga ávirkan á, og hvussu náttúran skikkar sær, hava vit lítla ávirkan á.

 

Samgongan vísir altíð á, at tað eru hennara tiltøk, sum stýra búskapinum. Soleiðis var tað undir fullveldissamgonguni, og soleiðis er tað nú.

 

Skattapolitikkurin og fíggjarlógin við yvirskotum og undirskotum hava týdning. Saman við tí veruleika, at peningastovnarnir hava gjørt útlendsk hugskot í sambandi við sethúsafígging til síni, hevur rættuliga kynt undir privata partinum av búskapinum.

 

Serkunnleikin plagar at vísa á, hvussu neyðugt tað er, tá ið kurvan gongur uppeftir, at skipa so fyri, at framburðurin verður tálmaður og toygdur, soleiðis, at ikki alt verður futtað av upp á stutta tíð.

 

Í løtuni verður arbeitt við fíggjarlógaruppskotinum. Tað skal leggjast fyri tingið fyri 1.oktober, og síðsta fjórðingsárið í hesum løgtingsskeiðnum fer at verða brúkt til fíggjarlógararbeiði.

 

Tað er lættari at vera rundur og gávumildur, enn tað er at halda eftir og at siga nei og útseta. Serliga tá ið valstríðið leikar á. Í løtuni er stóri spurningurin, hvussu politiski myndugleikin kann vera við til at halda eftir og tálma tað, sum av so mongum øðrum orsøkum enn politiskum tiltøkum hevur hitað búskapin.

 

Privatu lánini eru nógv økt og avdráttartíðirnar longdar. Harvið eru mánaðarligu gjaldingarnar kanska ikki so nógv øktar. Tað rýkur av áttati árunum.

 

Vinnan er als ikki so skuldarbundin, sum hon var tað í áttati árunum. Men tað er einki at ivast í, at lánibyrðan eisini her er økt tey seinastu árini, og soleiðis er tað eisini í kommununum. Um fiskarí, fiskaprísir og aliframgongdin fara at halda sær, vita vit einki um.

 

Alla staðni verður roknað við støði í vøkstri. Landsstýrismaðurin vónar, at vøksturin skal halda fram, men hann ætlar at tálma og harvið at drýggja vøksturin. Hetta er stórt tak. Serliga tá ið veruleikin sigur, at leikluturin hjá landspolitiska myndugleikanum er nógv minni, enn samgongur altíð vilja gera hann til, og enn andstøður altíð minna á, at hann er.

Valstríðið er nógv hugskotskapping og ofta við lítlari ella ongari ábyrgd fyri fíggingini. Fíggjarlógin skal samtykkjast ein lítlan mánað undan valinum, og tað skal breiður ryggur til at samtykkja ta fíggjarlógina, sum fakkunnleikin veit eigur at verða samtykt. Til tað krevst dirvi, snildi og tev.

 

Sosialurin