Nú er so fyrsta stóra málið á skránni nevniliga fíggjarlógin fyri 2004, og breiða grundarlagið er enn ikki komið í ljósmála. Heldur er tað horvið. Báðir andstøðuleiðararnir hava verið í fjølmiðlunum og víst á, at í hesum máli verður ikki roynt at finna breiðar semjur. Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard vístu á, at tað í hinum Norðurlondunum er vanligt, at stjórnin ger semjur við partar av andstøðuni um týðandi partar av fíggjarlógini. Á hendan hátt tryggjar ein sær, at fíggjarlógin hevur so breiða politiska undirtøku sum møguligt. Hetta merkir so aftur, at fíggjarlógin hevur breiða fólksliga undirtøku. Soleiðis fær ein eina haldgóða fíggjarlóg.
Men hóast okkara nýggja stýrisskipan leggur upp til júst ein slíkan politikk í týðandi málum, so ger landsstýrið beint tvørturímóti andanum í stýrisskipanini. Hetta verður ikki bara gjørt í spurninginum um fíggjarlógina. Hetta er meginreglan í øllum týðandi málum. Málini verða trumfað ígjøgnum løgtingið við smalast hugsandi meiriluta. Hetta er ikki gott fyri málini, ei heldur er hetta gott fyri fólkaræðið. Tað er ongantíð gott fyri fólkaræðið, at ein andstøða verður sett heilt út um alla politiska ávirkan. Men soleiðis hevur verið nú í fimm ár, og soleiðis fer ivaleyst at verða, so leingi henda borgarliga samgonga valdar í Føroyum.
Tað er mikið spell, at andstøðan soleiðis verður sett út av politiska spælinum. Hetta er ikki bara ódemokratiskt, arrogant og ódámligt. Tað er ikki bara so, at henda siðvenja gevur vánaligari loysnir, enn tær loysnir, ið breiðar semjur høvdu givið. Nei, afturat hesum kemur hetta, at gjógvin í fólkinum bara gerst breiðari og breiðari. Hesin óvikiliga meirilutapolitikkur elvir, sum vit áður hava víst á her, til eina púra óneyðuga polarisering av føroysku tjóðini. Henda polarisering verður, sum frá líður, til skaða fyri Føroya fólk og teir sum so stívrendir fremja hendan politikk mugu bera ábyrgdina av polariseringini. Enn eru stundir til at broyta hesa kósina. Samgongan eigur tí at fara til andstøðuna, nú farið verður undir at evna nýggja fíggjarlóg til. Og tá má andstøðan sjálvandi eisini vísa vælvilja. Hetta hevði gagnað føroyskum politikki og hetta hevði gagnað landsins íbúgvum, sum treingja til breiðar og støðugar loysnir heldur enn smalar og óstøðugar fyribilsloysnir.
Sosialurin









