Oddagrein· Bitland

Føroyar skulu verða royndarland hjá teimum stóru teldufyritøkunum. Hetta er málið, sum verkætlanin Bitland hevur sett sær. Tað eru Føroya Tele, Føroya Sparikassi, Atlsantic Airways, Agip, Sansir og TK-stovan, sum standa aftan fyri hesa áhugaverdu verkætlan. Hugsjónin er, at Føroyar sum eitt lítið land eru vælhóskandi at royna nýggjar telduskipanir. Her eru stórir møguleikar og áhugaverd arbeiðspláss í eygsjón.

Tá hugsað verður um, at útbúgvingarstøðið í Føroyum er høgt og føroyskar fyritøkur, einstaklingar og skúlaungdómur eru sera væl fyri, tá tað snýr seg um KT, so skuldu góðar fortreytir verið fyri eini slíkari verkætlan. Afturat hesum kemur, at fleiri føroyskar teldufyritøkur hava megnað at gera seg galdandi í beinhørðu kappingini uttanlanda. So her er avgjørt nakað at byggja á og ivaleyst eisini eitt øki við stórum menningarmøguleikum.Verkætlann hevur sum fortreyt, at føroyskar fyritøkur fara at samstarva í størri mun enn í dag, og hetta er í sjálvum sær nakað av eini mennandi avbjóðing.

Tað hevur mangan verið tosað um at finna alternativar vinnur til fiskivinnuna. Tað ræður um hjá okkum at finna nisjur, har vit kunnu troyta og gagnnýta tað menniskjansliga tilfeingi, ið er í landinum, nevniliga tað vælútbúgvna fólkið. Í Føroyum eru nú fleiri teldufyritøkur við sera duganligum fólki og við leiðslum, ið bæði hava hugflog, áræði og dirvi. Hesar fyritøkur dúva sjálvsagt mest upp á heimamarknaðin, men nú er so eitt gott høvi at vinna sær eina rók á altjóða marknaðum.

Við verkætlanini Bitland ber til at fáa vinnuligt samstarv ið tær leiðandi stórfyritøkurnar á altjóða marknaðinum, eitt nú Intel, ið hevur sýnt Føroyum stóran áhuga. Tað ræður um at koma á listan hjá World Economic Forum (WEF), ið lýsir hvar á menningarstiganum eitt land er statt. Norðurlond er høgt á hesum stiga. Tá vit samstundis hugsa um, at Føroyar ikki standa aftan fyri grannalondini á hesum øki, skuldu útlitni verið sera góð at sloppið uppí. Vit vóna, at Bitland-verkætlanin fer at eydnast væl og spennandi verður at fylgja við menningini og teimum tiltøkum, ið verða hetta til heystar. Vit fara heilt víst at venda aftur til hesa áhugaverdu verkætlan.