ODDAGREIN: Binda seg til lønarlækking

Tað er mikið áhugavert, at løg­tings­­fólk nú eru sinn­að at fara nið­ur í løn til tess at ganga sum góðar fyr­i­­­mynd­ir fyri, at onnur almenn starvs­­fólk eisini skulu niður í løn.

Ein spurn­ar­runda, sum Sos­i­al­ur­in í gjár gjørdi millum tingfólk vís­ir, at ein stór­ur meiriluti av ting­fólku­num halda, at tað er rætt, at ting­fólk fara eini fimm prosent niður í løn so­leiðis, at tey kunnu ganga sum góð­ar fyr­i­myndir, nú ætlan lands­­stýr­i­sins er, at hægri løntu al­mennu starvs­fólkini skulu niður í løn sum ein kom­pen­sa­ti­ón fyri skatta­­lætt­an.

Leiðarin á lønardeildini í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num hevur sagt, at lands­stý­r­ið vil, at starvs­fólk, sum fáa ein skatta­lætta, sum svarar til ein løn­ar­­vøkst­­ur upp á átta prosent, skulu fýra prosent niður í løn.

Í september í fjør setti Sosialurin eisini ting­fólkum sama spurning, tá mál­ið eisini varð frammi. Tá søgdu ting­fólk kortanei. So her er hend ein broyt­ing, sum helst ikki bara skyld­ast, at partur av tingfólkunum eru skift út, men heldur tað, at lands­stýr­ið hev­ur kon­kretar ætlanir um, at al­menn starvs­fólk skulu niður í løn. Tí kunnu tey ikki siga annað, enn at tey sjálv skulu ganga sum góð­ar fyr­i­mynd­ir. Alt annað vildi ver­ið hyklarí.

Hóast samlaða svarið frá ting­fólk­um er rímu­liga greitt, so undar tað okk­um, at summi tingfólk – sum fara at atkvøða fyri flat­skatti, sum gev­ur teim­um rík­aru skatta­lætta – ikki vilja svara ein­um so kon­kret­um spurn­ingi. Og tá ein áv­ís­ur ting­mað­ur svarar, at hann tosar ikki við Sosialin, tí at Sos­i­al­ur­in hev­ur skriv­að um ein dóm, hann júst hev­ur fing­ið fyri skatta­svik, tá grev­ur hann seg so djúpt nið­ur, at hann átti at lagt ting­­sess­in frá sær bein­an­veg­in. Slíkt er ó­virð­i­ligt, her átti for­mað­ur­in í ting­bólk­i­num hjá Sam­bands­flokk­i­num, ella løg­mað­ur sjálv­ur, at sett mann­in upp á pláss.

Tað kann tykjast banalt, opp­urt­un­ist­iskt og popu­list­iskt at seta ting­fólki slí­k­an spurn­ing, sam­stund­is sum fak­fel­ags­fólk og onnur dukaðu á vegg­ir­nar í ting­húsi­num fyri at mót­mæla ætl­aða flat­skatt­i­num. Men hin­veg­in eru pol­i­tik­ar­ar­nir mill­um tey væl løntu al­mennu starvs­fólk­ini, sum enn­tá hava tað pre­vi­leg­i­um, at tey sjálvi áseta sína egnu løn og sína egnu pen­sjón og sín­ar egnu skatta­fríu á­góð­ar, sum eru so van­virð­i­liga langt om­an fyri tað, sum vanlig fólk fáa.

At tingfólk siga ja til løn­ar­nið­ur­skurð for­plikt­ar, sam­stund­is sum tað vís­ir álv­ar­an í mál­inum hjá sam­gong­uni við at gjøgn­um­føra flat­skatt­a­­skip­an­ina og at kroysta fak­fel­øg­ini til stat­us quo ella eina á­vísa løn­ar­lækk­ing.