Oddagrein·Betri bústaðir ? grundleggjandi mál

Ein stórur partur av teimum eldru kunnu hugsa sær at flyta í eina íbúð, tá tey eldast. Tað vísir ein kanning, sum Húsalánsgrunnurin hevur latið gera. Samstundis eru møguleikarnir at fíggja til dømis leiguíbúðir avmarkaðir, hóast stórur tørvur er á íbúðum til eldri, einlig, rørslu- og menningartarnað og til tey ungu.

 

Hetta kom fram á hoyringini, sum Arkitektafelagið skipaði fyri í síðstu viku um ?betri bústaðir?, nú felagið er 20 ár. Hoyringini var bæði áhugaverd, tankavekjandi og upplýsandi, men tíverri hevur tað, sum kom fram, ikki fingið nakra umrøðu.


Hóast tey flestu ásanna, at bústaðurin ? heimið ? er tað mest grundleggjandi í lívi okkara, er hetta eitt øki, sum í politiskum og samfelagsligum høpi næstan er burturtagt. Kommunur, feløg ella einstaklingar stykkja út, gera øki byggibúgvin, fólk ella fyritøkur byggja eftir ávísum treytum, onkur fíggjar og so ikki meiri.


Eingin heildarpolitikkur er á hesum týðandi og vitala øki, og hoyringin bendi á, at tað er so sum so við hugsjónunum, visiónunum, tá tað snýr seg um bústaðin. Ein nýggj lóg skal gerast fyri Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin, men eingir tankar komu fram um fíggingarspurningin, ella kostnaðin at sita í húsi ella íbúð.


Kanningin hjá Húsalánsgrunninum, og annað sum kom fram í hoyringini, bendir á, at vit standa á einum vegamóti. Fólk eru helst um at koma úr kongstankanum at skula eiga sín egna bústað. Serliga eldri hava hug at flyta í eina minni íbúð, sum er lættari at halda, eins og einlig, kanska við barni ella børnum, ið ikki hava ráð at byggja hús.


Men fyri at kunna búgva fyri eina rímuliga leigu er neyðugt, at onkur letur eina grundupphædd. Tað kann t.d. verða landið, umvegis Íbúðagrunnin, kommunur ella fakfeløg. Men harafturat kemur so, at felagsskapur okkara ? tað almenna ? má fíggja bústaðir til tey, sum ikki sjálvi megna. Og inann hetta økið er tørvurin storur, hevur Javni víst á.


Eitt stórt evni, sum eigur at fáa eina nógv betri umrøðu. Eisini byggifrøðiliga, tí húsini standa eftir, eisini eftir at vit eru farin, sum víst varð á. Men ídag er støðan tíverri tann, at hundraðtals familjur og einstaklingar hava ikki ein líkinda bústað. Samstundis klúgva prísirnir upp eftir við rúkandi ferð, serliga í høvusstaðnum. Sostatt hava bara vælbjargað ráð at byggja ella keypa eini hús. Við øðrum orðum fáa vit eina sosiala slagsíðu, sum vit heldur ikki eiga at góðtaka.