Mánadagin kunnugjørdu Bústaðir – tað sum fyrr var Húsalansgrunnurin – at stovnurin er at byggja 30 leiguíbúðir í miðbýnum í Klaksvík. Fyri kommununa hevur hetta sum vera man stóran týdning, men tað hevur tað av sonnum eisini bústaðamarknaðin í landinum sum heild.
Bústaðir hava boðað frá, at ætlanin er at byggja um 100 bústaðir um árið næstu seks-sjey árini, og tað fer at síggjast aftur á føroyska bústaðamarknaðinum.
Aðrir batar eru eisini hendir, sum hava ligið á lánið í fleiri ár – fyri ikki at siga altíð. Leigulógin er eitt týðandi stig til tess at fáa skil á leigumarknaðinum, har umstøðurnar hava verið púrasta óskipaðar. Meðan fólk í Havn hava havt eitt eiti av eini leigulóg, so hevur hon ikki verið galdandi uttan fyri høvuðsstaðarkommuna.
Men nú hava vit eina leigulóg, sum regulerar viðskifti millum leigara og útleigara, og tað er gott fyri allar partar og ein stórur bata fyri bústaðamarkanðin sum heild.
Aðrar lógir eru eisini samtyktar, sum bøta um viðurskiftini hjá húsaeigarum. Tað er lógin um ognarskiftistryggking, sum skal regulera viðurskiftini, tá húsaognir verða keyptar og seldar. Her hevur stórt óskil valdað í fleiri ár, har hvørki keypari ella seljari hava havt síni rættindi tryggjað. Slíkt skapar sjálvsagt ósemjur, sum vit høvdu sloppið undan, um viðurskifitni vórðu skipað, har hvør visti, hvørji rættindi hvør hevði, og har sami húsameklari sjálvandi ikki kann umboða bæði seljara og keypara.
Slíkir batar eru at fegnast um – serliga í hesum tíðum, tá fólkaminkingin er ein so stór hóttan móti framtíð okkara. Tá so nógv fólk flyta av landinum í lestrarørum – vitandi um, at tey ikki ætla sær at flyta heimaftur.
Tí er gott, at vit veruliga fáa ein skipaðan leiguíbúðarmarknað – skipaður undir almenna felagnum Bústaðir, sum soleiðis eisini verður fyrimyndin hjá privata leigumarknaðinum í Føroyum.
Sambært Bústøðum, so eru um 200 leiguíbúðir ávegis, har tað nú ber til at teknað seg til eina. 23 av eru í gerð, meðan hinar verða fyrireikaðar í løtuni.










