Tann stóri spurningrin, sum gekk aftur og aftur, var hvørt heimastýrisskipanin hevur verið fremjandi ella darvandi fyri føroyska menning og føroyskt sjálvræði. Hetta orðaskiftið vísti, hvussu djúpar gjáirnar kunnu vera í føroyskum politikki. Her vóru ríkisfelagsflokkarnir, sum síggja heimastýri og ríkisfelagsskap sum fortreytir fyri tí tjóðskaparligu, politisku, búskapaparligu/vinnjuligu, útbúgvingarligu, samferðsluligu og sosialu menning, sum veruliga hevur verið hesi seinastu seksti árini. Hinumegin standa tveir stórir flokkar, har annar sigur hesa menning stava frá initiativríkum og dugnaligum vinnulívsfólki, meðan hin sigur, at menningin er komin hóast darvandi heimastýri og vildi hon verið nógv størri, um eingin blokkur og einki politisk høft vóru.
Eftir stendur spurningurin, hvussu koma vit víðari við eini so spjaddari flokkspolitiskari skipan? Er nøkur vón um eina breiða tjóðskaparsemju í hesum máli, sum enn sum áður setur sín sterka dám á føroyskan politikk? Hetta velst um, hvat, ið ein slíkan dag er retorikkur og tað sum í roynd og veru er realpolitiskt møguligt. Tað tóktist sum retorikkurin hjá øllum er niðurtónaður og tann, sum lurtaði væl, legði til merkis, at allir flokkar hava flutt seg og tykjast vera sinnaðir at troyta teir møguleikar, sum heimastýrislóg, yvirtøkulóg og uttanríkispolitisk heimildarlóg bjóða. Nógv bendir á, at eitt nú loysingarflokkarnir hóast retorikkin eru sinnaðir at royna hesa leið og so lata fullveldismálið standa sína roynd, tann dag, ið allir møguleikar í yvirtøkulógini eru troyttir. Henda kós hóskar væl til ta støðu, sum danska stjórnin hevur, har forsætisráðharrin í gjár klárt meldaði út, at yvirtøkulógin er tað longsta danir fara. Ynskir føroyska tjóðin meira, merkir hetta loysing. Er henda meting á leið, gerast í framtíðini heimastýrislógin og við henni yvirtøkulógin, tey frælsisbrøv, sum slóðaðu fyri einum suverenum og sjálvstøðugum Føroyum - býtisbarnið verður kanska umbroytt til yndisbarnið hjá øllum politiskum flokkum.
Sosialurin










