Oddagrein· Búskapurin

Búskaparráðið er ikki bjartskygt í sín konjunkturfrágreiðing um búskapin.

Ráðið vísir á nøkur viðurskifti í búskaparpolitkkinum, sum ráðið metir ikki hanga saman ella, sum eru í andsøgn við endmálið við búskaparpolitikkinum. Víst verður á, at lagt verður ikki nóg væl upp fyri broyttum búskaparligum fortreytum. Talan er um, at inntøkur hins almenna eru minkandi. Hetta kemst av fleiri faktorum, eitt nú niðurskurðurin í blokkinum, trupulleikarnir hjá ávísum vinnugreinum og so tann komandi skattalættin. Hartil kemur, at meira skal rindast til SAMEG ella Samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, soleiðis, at tikið verður við aðrari hondini, meðan latið verður við hinari.

Búskaparráðið metir ikki, at hesi viðurskifti tala fyri tí politikki, ið ætlanin er at reka. Víst verður á, at skattalættin ikki fær tann ætlaða virkningin á nýtsluna, um fólk skulu rinda meira til SAMEG. Eisini kann lesast millum reglurnar, at hvørki undanfarna landsstýrið ella verandi landsstýrið hevur stillað tær almennu útreiðslurnar eftir teimum minkandi almennu inntøkunum.

Nú segði formaðurin í búskaparráðnum, at ráðið ikki beinleiðis var ráðgevi hjá landsstýrinum, men at ráðið fyrst og fremst var ráðgevi hjá øllum føroyska samfelagnum. Sjálvandi er nakað um hetta sjónarmið. Og fyri almenningin og ikki minst almenna orðaskiftið er hetta ráð av alstóran týdningi. Hinvegin er tað torført hjá einum landsstýri beinleiðis at ignorera eitt búskaparráð, sum meldar út við so sterkum og klárum signalum. Landsstýrið eigur tí at endurskoða sín búskaparpolitikk. Her eigur landsstýrið at hava øll fyrilit í huga, tá farið verður undir hesa endurskoðan.

Tað, sum í hesum føri eigur at vera fremst i huga, er støðan á arbeiðsmarknaðinum. Samstundis, sum Búskaparráðið meldar út við sínum sjónarmiðum og døpru metingum, hevur ALS kunngjørt seinastu arbeiðsloysistølini. Hesi eru alt annað enn hugalig. Ein meginfortreyt fyri, at vend kann fáast í skeivu gongdina, er at fólk koma aftur í arbeiði. Vit mugu framleiða okkum burturúr hesi óhepnu støðu. Landsstýrið noyðist tí at venda eygunum móti teimum stóru trupulleikunum í fiskivinnuni og í alivinnuni. Hetta verður eingin løtt uppgáva, men jú longri tað verður bíðað, jú verri og truplari verður tað at venda gongdini. Her má hvør steinur vendast - tað veri seg feskfiskaspurningurin, logistikkurin, alivinnan, rækjuvinnan og fiskaframleiðslan á landi. Alt hongur saman og eiga trupulleikarnir tí at verða loystir sum partar av eini heild. Seinasta frágreiðingin hjá Búskaparráðnum er eitt gott høvi at taka allar trupulleikarnar upp undir einum.
Sosialurin