Oddagrein· Búskaparskipan Landsins – eitt eymt mál

Ikki vardi tað okkum, at oddagrein okkara 7. februar skuldi elva til so ógvusligar reaktiónir. Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum (FMR) skrivar í viðmerking til oddagrein okkara 7. februar, at Sosialurin niðurger Búskaparskipan Landsins. Tað er ikki ætlanin at niðurgera nakra skipan ella nakran einstakling, og harmar tað okkum, um nakar kennir tað so. Vit seta spurnartekin við ting og royna at birta uppundir kjak. Alt, sum gjørt verður fyri skattgjaldarans pening, má tola spurningar.

Hergeir Nielsen setur í dag fram fyrispurning um skipanina, og endurtekur nøkur av punktunum hjá Aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum. At spurningar frá okkum verða tiknar sum staðfestingar í FMR og av Hergeiri Nielsen, er sjálvsagt harmiligt, men vit meta framvegis, at Búskaparskipan Landsins reisur fleiri spurningar, sum enn ikki eru svaraðir.

Tað, sum vit kundu hugsað okkum at vitað, er, hvussu nógv Búskaparskipan Landsins hevur kostað samanlagt, og hvussu nógv man metti av fyrstan tíð, hon kom at kosta. Hetta er ein spurningur, sum framvegis stendur ósvaraður, og sum burdi havt stóran almennan áhuga. Menningarkostnaðurin er eisini relevantur, um man t.d. ætlar at selja øðrum hesa skipanina, tá nú áhugin sambært FMR er stórur uttanlands fyri hesi skipan.

Aðalstjórin í FMR sigur, at tað verður arbeitt hart fyri at sleppa uttanum hesa skipan, og at hetta kemur at ganga útyvir gjøgnumskygni í samfelagnum. Hetta kundi sæð út sum ein ákæra móti almennum stovnsleiðarum. Vil man so frá FMR siga, at hesir ikki hava grein í sínum máli? Suboptimera hesir? Hesir pástandir fáa illa staðið einsamallir.

Hvørjir upplýsingar eru tað, at FMR skal hava, fyri at hava nóg góða vitan, um tað sum fyriferst í tí almenna? Kunnu aðrar skipanir ikki geva hesar upplýsingar? Vit hava ikki róð uppundir, at stovnar skulu dylja nakað. Tað burdi eftir okkara tykki snúð seg um einfalda útdelegering og eggjan til nýhugsan.

So vítt vit duga at síggja, so er hetta ikki eitt kjak um upplýsingar ella at dylja nakað. Hetta tykist vera eitt kjak um skipanir, har landið hevur ment eina, sum allir stovnar ikki halda vera besta amboðið til alt. Tað týdningarmesta nú er at hoyra allar partar, so øll fáa argumenterað fyri sínum, og at øll relevant tøl koma á borðið.

Kanska fara komandi dagarnir at vísa, at vit fara skeivir, men vit vildu hildið, at ein pennur kann vera líka góður sum ein annar, bara teir skriva tað, sum kravt verður, at teir skulu skriva á tí máli og til ta tíð, sum kravt verður.

Sosialurin