Oddagrein Børn og ung

Í blaðnum í gjár høvdu vit eina drúgva frásøgn frá ungdómsráðstevnu, ið var herfyri í høvuðstaðnum. Ráðstevnan staðfesti, at stórur tørvur er á, at meira verður gjørt fyri børn og ung í Føroyum. Niðurstøðan á stevnuni var tann, at myndugleikarnir og tey vaksnu sum heild noyðast at lurta betur eftir teimum ungu og ikki altíð halda, at tey sjálvi vita betur. Tað vóru Tórshavnar Kommuna og Føroya Ungdómsráð, sum í felag skipaðu fyri ráðstevnuni, sum bar heitið "hetta er tín kommuna". Ráðstevnan var fyrst og fremst ætlað teimum 14 til 18 ára gomlu, sum á ráðstevnuni høvdu møguleika at taka lut í ymiskum verkstøðum. Endamálið við ráðstevnuni var fyrst og fremst at fina út av hvønn tørv, ið tey ungu halda seg at hava í dagsins samfelag.

Tey ungu komu við sera nógvum, góðum og serra væl undirbygdum hugskotum. Ein niðurstøðan var, at foreldur, myndugleikar og samfelag eiga at lurta meira eftir teimumungu. Eisini kom nógv fram um teir fordómar, ið mong tilkomin og mangir myndugleikar hava um ungdómin.

Myndugleikarnir eiga at taka tey ungu í álvara, og tað sum er hent eftir ráðstevnuna, vísir at í hvussu so er býráðið í høvuðstaðnum er farið í ein seriøsan dialog við tey ungu um tað, sum eigur at vera gjørt. Nógv hugskot eru komin fram og eitt er, at tað eigur at verða stovnað eitt ungdómshús afturat margarinfabrikkini fyri tey umleið 16 til 19 ára gomlu. Annað, sum kom í ljósmála, er, at tað verður av mongum hildið óheppið, at barna- og ungdómshúsið stendur miðskeiðis millum øll skeinkistøðini í Havn. Hetta elvir til nógv óheppið, við tað at ung skulu framvið ølstovurnar, eftir at margarinfrabrikkin er stongd. Hetta er ikki trygt fyri serstakliga børnini. Nú eiga myndugleikarnir at koma við einum boði uppá ein veruligan ungdómspolitikk. Vit mugu fáa greið boð um, hvat ið samfelagið ætlar á hesum øki og land og kommunur eiga at samstarva um hetta týdningarmikla mál. Hugskotini eru longu har  tey komu fram á ráðstevnuni.

Sosialurin