Tann stóra ferðslan og staðsetingin av skúlum við vegir við nógvari og harðari ferðslu merkja, at børn og ung á veg í skúla og støðugt eru í vanda í tí nógvu ferðsluni. Tað liggur ein sera stór ábyrgd á øllum pørtum í sambandi við ferðslutrygdina hjá børnum og ungum. Skúli og heim eiga at samstarva um at læra børnini at vera ansin í ferðsluni, at nýta súkluhjálm o.m.a. Bilførarar eiga at vísa fyrilit og at ansa eftir ferðini, serstakliga har nógv skúlaferðsla er.
Ein spurningur er, hvat almennir myndugleikar kundu gjørt meira til tess at bøta um ferðslutrygdina. Ráðið fyri ferðslutrygd ger eitt stórt og gott arbeiði fyri ferðslutrygdina hjá okkum øllum og serstakliga hjá børnum, og í skúlunum læra børn um ferðslutrygd. Men so eru tað aðrir myndugleikar. Sum kunnugt standa nógvir skúlar við kommunalar vegir og við landsvegir. Avvarandi kommunal- og landsmyndugleikar eiga at kanna eftir, um ikki ítøkilig tiltøk av ymsum sløgum kundu verðið framd við skúlarnar og á teimum vegum, har serstakliga nógv skúlaferðsla er.
Tað, sum hugsað verður um í hesum sambandi, er eitt nú, at ferðin verður minkað við, at skelti verða sett upp, og at ymsar forðingar verða lagdar á sjálva vegabreytina við tí fyri eyga at minka um ferðina. Eisini ber til at skilja tey gangandi frá bilferðslu við eitt nú tunnlum undir vegum við skúlar, eins og fleiri ferðsluljós eiga at verða umhugsað. Skúlarnir eiga sjálvir at umhugsa, hvat ið ítøkiliga kann verða gjørt fyri at bøta um trygdina uttan fyri skúlarnar, eitt nú við at havt fólk at ansa eftir við teir mest vandafult staðsettu skúlarnar ávísar tíðir á degnum. Ein serstakur vandabólkur eru tey, sum nýta súklu. Bert fáar súklubreytir eru í landinum, og hetta er stórt spell. Hetta kann bøtast um, um viljin er til tað hjá avvarandi myndugleikum. Hetta merkir, at kommunur og landsverkfrøðingur eiga at umhugsa hendan spurning og at gera nakað munagott við hann. Samanumtikið hava vit øll ? foreldur, bilførarar, skúli og avvarandi myndugleikar eina stóra ábyrgd fyri ferðslutrygdini, eina ábygrd sum vit øll vónandi megna at liva upp til.
Sosialurin