Men tá vóru áhugaverd sjónarmið, sum Janus Rein, løgtingsmaður og flogskipari, legði aftur at kjakinum í løgtinginum hósdagin, tá tilfólk viðgjørdu uppskotið hjá Javnaðarflokkinum at lækka prísstøðið í Føroyum.
Hann vísti á, at meðan landið stuðlar Strandferðsluni við 349 krónum, hvørja ferð vit keypa ferðaseðlar fyri 100 krónur, so ger landið beint øvugt við Atlantsflog. Hvørja ferð vit keypa ferðaseðlar fyri 100 krónur frá Atlantsflog, so tekur landið 19 krónur burtur av í ferða- og floghavnsgjaldi.
Argumentini eru mong at vísa á, hvussu munadygt tað hevði verið fyri samfelagið, um tað var bíligari at ferðast loftvegis. Eitt er at fáa fólk uttanlands at flyta heimaftur, eitt er at fólk kunnu verða í vinnu uttanlands og búgva og gjalda skatt í Føroyum og eitt stórt mál er ferðavinnan, sum beinleiðis verður darvað av dýru ferðaseðlunum. Fólk í ferðavinnuni hava fleiri ferðir staðiliga víst á hendan trupulleikan – sum er so eyðsýndur, tá vit síggja, hvussu stórur munur tað er í prísi at flúgva víðari, tá tú ert komin úr Føroyum.
At tað er dýrt at reka eina flogrutu millum Føroyar og umheimin, tað vita vit eisini væl. Seinastu 24 árini hevur Atlantsflog røkt hesa rutu á vinnuligum grundarlag – og tað gekk eisini í kapping við Mærsk Air.
Tað kann tí tykjast eitt sindur bláoygt bara at dúva uppá, at kapping á økinum fer at føra til bíligari ferðaseðlar.
Tí eru tað áhugaverd sjónarmið, sum Janus Rein førdi fram í tinginum. Men at stuðla flogferðslu við hundratals milliónum árliga, tað kann eisini verða í so yvirdrivið. Men hetta gevur okkum tó nakað at hugsa um. Hví skulu vit hava gjøld á hesi vinnu, sum eru tyngjandi bæði fyri flogfelag og fyri ferðandi? Og hví skal so stórur munur vera á innanlands samferðslu og uttanlands samferðslu, kunnu vit av røttum spyrja.
Ein góð byrjan hevði verið at tikið av gjøldini og at reka flogvøllin á sama hátt sum aðrar havnir, so hann ikki verður fíggjaður av teimum ferðandi. Eitt krav til politisku skipanin er, at hon veruliga ger nakað munagott við hendan trupulleika, sum hevur so stóran týdning fyri samfelagið alt.










