Oddagrein· Avleiðingarnar eru komnar

Sitandi samgonga skar blokkin við 366 milliónum um árið. Hetta leggur sjálvsagt band á, hvussu útreiðslusíðan á fíggjarlógini skal síggja út. Sitandi samgonga hevur samtykt eina fíggjarlóg, ið krevur stórar sparingar, eitt nú á Strandferðsluni.

Ikki er gott at vita, hvat samgongulimir hava hugsað fyri sær, tá teir atkvøddu um hetta syrgiliga skjal, ið eitur fíggjarlógin fyri 2003. Eftir øllum at døma, hava teir ikki havt stundir at befatta við nakað so banalt sum avleiðingar.

Nú komið er um fyrsta ársfjórðing byrja avleiðingarnar av ábyrgdarleysa politikki samgongunar at síggjast. Strandferðslan hevur lítið í at velja, annað enn at spara, har sparast kann, og tí varð boðað frá, at Dúgvan skuldi leggjast.

Teir somu samgongulimir, ið fáar mánaðar frammanundan høvdu atkvøtt fyri fíggjarlógini við kravdum sparingum uppá tíggju millióinr til Strandferðsluna, tykjast standa púra óforstandandi yvirfyri avleiðingunum av teirra egnu gerðum.

Tað má sigast at verða sera átaluvert, fyrst at taka eina avgerð, ið merkir, at skip skulu leggjast og fólk sigast upp, fyri síðani bert fáar mánaðar eftir at hálsa um við at flyta svartaper víðari til okkurt annað øki. Sum fakfelagsformaður eisini vísir á í blaðnum í dag, so vita starvsfólkini hjá Strandferðsluni ikki, um tey eru keypt ella seld, og líkist hetta ongum. Samgongulimir vóru ávaraðir frammanundan, men tað var sum at sletta vatna á gás, og úrslitið sæst nú. Málið um Dùgvuna er bert ein av mongu avleiðingunum av førda politikkinum.

Hvussu ofta hoyrir man ikki millum politikarar og millum fólk, hvussu gott tað var, at blokkstuðulin var niðurskorin við 366 milliónum umárið. Tað tykist sum um, at ávísir politikarar og viðhaldsfólk teirra halda tað verða óført, at føroyingar gjalda alt sjálvir, har sum hesi somu fólk ikki verða rakt væl at merkja. Vit síggja, hvussu samgongulimir í Norðoyggjum reagera. Teir hava sjálvir við sínum samtyktum noytt føroyingar at spara, men ikki skal tað raka teir, ella valdømi teirra. Tað er skjótt at rokna út, hvussu leikur fer, um hetta skal verða niðurlagið á øllum økjum.

At blokkniðurskurðurin ikki kom at merkjast, var ongantíð satt. Harmiligt er, at so nógvir veljarar trúðu útsøgnunum hjá samgonguni. Eitt er, at samgongan liggur, sum hon sjálv hevur reitt, men tað harmiliga er, at alt Føroya fólk nú skal líða undir ábyrgdarleysa politikkinum hjá samgonguni. Dúgvan er bert tað fyrsta av nógvum málum, ið koma at merkja fíggjarárið 2003.

Sosialurin