Tað er øllum greitt, at rúsevni millum ung er ein stórur trupulleiki í Føroyum. Men hví koma vit ikki einum slíkum trupulleika til lívs? Vit eru eitt lítið samfelag, har øll kenna øll so at siga, og tað danska politiøkið, sum hevur størsta uppkláringarprosentið.
Víst eru tað tey, sum smugla rúsevni til egna nýtslu so ella so, men tá tað er so lætt at fáa fatur á rúsevnum, so má tað bera til at avdúka tey samvitskuleysu fólkini, sum gera sær dælt av slíkum. Løgreglan hevur avdúkað onkrar klikur, og dómar hava verið harðir. Um teir eru nóg harðir, skal ikki verða mett um her.
Men okkurt brek er í skipanini hjá okkum. Umframt tey vesaligu menniskjuni, sum gera sær dælt av hesum, so eru tað so nógv onnur, sum ikki vilja hesum trupulleikanum til lívs. Og millum hesi fólk mugu teljast fólk úr øllum liðum í samfelagnum – alt frá løgreglu, tollarum, lærarum, fjølmiðlafólkum og so framvegis. Tí um vit øll vildu hesum trupulleika til lívs, so var tað ikki so lætt at vera pusjari í Føroyum, og so var tað ikki so lætt at seta rúsevni í umfar.
Tað er sjálvandi gott við upplýsing, tí upplýsing og aftur upplýsing er so mangan vegurin fram. Men tað er ikki bara tað, her mugu vit standa saman, allir liðir í samfelagnum, og avdúka teir medborgarar okkara, sum ríða so niðarliga at gera sær dælt av ungum fólkum, sum eru komin í óføri, og sum eisini vilja tjena sær pengar upp á at koma ungum fólkum í óføri.
Aðrastaðni eru skipað brotsmannalið, sum standa fyri slíkum. Hjá okkum er heldur talan um nøkur ússalig skvatt, sum bara skulu takast við harðari hond. Vit hava øll okkara fráboðanarskyldu. Í slíkum málum er tað okkara skylda at boða frá – og gera vit øll tað, so avmarka vit í øllum førum trupulleikan.
Men tað krevur eisini, at politiska skipanin spælir við. Einaferð royndi Rás2 at lýsa trupulleikan við hassji. Tá varð endin, at Bill Justinussen meldaði Rás2 fyri at reklamera fyri hassji heldur enn at gera nakað annað við trupulleikan, enn at skerja játtanina til fyribyrging.
Eingin í Føroyum kann selja rúsevni, uttan at onnur frætta um tað. Vilja vit tað øll, so steðga vit rúsevnismisnýtsluni – fyrst og fremst við at taka hvørkratak um pusjararnar.