ODDAGREIN: Avbjóðingar

Hóast løgmaður í nýggjársrøðu fegnaðist um, hvussu væl hevur gingið, nam hann eisini við avbjóðingar, ið standa fyri framman. Hann nevndi m.a. oljuvinnuna. Fóta vit okkum ikki rætt, er vandi á ferð. Vit skulu stýra nýggju oljuvinnuni og ikki øvugt var høvuðsboðskapurin.

 

Rætt ger løgmaður at leggja stóran dent á hetta mál. Tí talan er um eina ótrúliga stóra avbjóðing fyri føroyska samfelagið. Henda vinna fer neyvan bafa at hava nakað gott við sær. Vandi er í hvørjari vælferð. Slíkur er tann ávirkan oljuvinnan fær á lønarlagið. Hvør fer við fiskiskipi ella at arbeiða á flakavirki, tá og um nógv hægri lønir eru í oljuvinnuni og boð eru eftir fólki! Hvussu verður við mentanina, nú kanska útlendingar í stórum tali koma til landið! Hvussu við málinum osfr.


Tað er rætt av løgmanni at reisa hesar spurningar. Tað vísir, at landsins hægsti maður er varugur við umrøddu vandar, sum lúra í kjalarvørrinum á oljuvælferðini. Men her er tað kanska eisini ein fyrimunur at vera eitt lítið og lutvíst væl útbygt samfelag, tí samskiftið og harvið tíðin og leiðin til at varnast vandarnar, umrøða teir og taka skilagóðar avgerðir um teir, er stytri enn í stórum londum. Eftir røðu løgmans stendur umrødda mál meira frammaliga í hugaheimi okkara. Vit verða líkasum longu nú drigin uppí umrøðuna og viðgerðina - uppí dialogin. Og soleiðis skal eitt demokrati virka.


Sjálvandi skulu vit stýra hesi vinnu og ikki øvugt sum løgmaður vísir á. Men vit mugu gera tað við skynsemi og dugnaskapi. Vandi er eisini á ferð, um serstakar serføroyskar loysnir skulu finnast fyri eitt og alt. Hóast oljuvinnan er stór og nýggj, so er hon ein vinna sum allar aðrar. Hon verður rikin eftir handilsligum treytum, og tað er nakað, sum eisini vit mugu taka til eftirtektar. Nú hava vit eins og íslendingar dugað at ment fiskivinnuna uttan almennan stuðul ol. Hetta er nakað, sum umheimurin kann læra av, eins og sending í BBC nú um dagarnar so greitt vísti. Hon snúði seg um, hvussu Ísland megnar at umsita fiskiríkidømi sítt við eini vinnu, sum ikki fær studning. Taka vit oljuvinnuna, hava vit heilt givið nakað av læra av henni: at menna okkara egna førleika, at læra av øðrum at vera kappingarførir í bæði prísi og dygd.


Vit eiga at taka orð løgmans um avbjóðingarnar í oljuvinnuni í størsta álvara. Og tað er tí eisini við stórum áhuga at bíðað verður eftir tí kanning, sum Fróðskaparsetur Føroyar og bretska fyritøkan Menas gera um avleiðingarnar, sum oljuvinnan fer at hava á føroyska samfelagið.


Sosialurin