Kropp á kroppi komu tingfólk Sambandsfólksins við umberingum fyri, at tey noyðast at atkvøða í móti síni sannføring. Fólkaflokkurin vil ikki hoyra eitt orð um uppboðsølu í sambandi við makrel- og sildaveiðina, og harvið verður tað. Sambandsflokkurin vildi annars ganga við til at lata tann partin, sum ikki var fiskaður í fjør, um uppboðssølu hesaferð fyri at royna, hvussu hon virkar, men nei. Sannførd ella ikki, so sleppa sambandstingfólkini ikki at atkvøða í móti sannføring Fólkafloksins.
Og tí kunnu Jørgen Niclasen og hansara fólk grína. Tey hava buktina og báðar endarnar í hesi samgongu, sum situr so rimmar føst á valdinum, at einki víkir frá politikkinum hjá Fólkaflokkinum. Eins og sambandstingfólkini, so fáa umboð Miðfloksins og Sjálvstýrisfloksins heldur ikki atkvøtt ímóti sannføring Fólkafloksins.
Jørgen Niclasen hevur støðugt síðani valið prógvað sítt virði sum tann sterki floksleiðarin. Beint sum samgongan varð skipað vórðu royndir gjørdar innanhýsis at koppa honum frá valdinum í Fólkaflokkinum – men tann royndin miseydnaðist. Annika Olsen varð sent til »niðurbræðingar« í Almannaráðnum, sum onkur gamal revur í Fólkaflokkinum tók til. Hon fær valla kjansin aftur – og tað vildi eisini verið ein taktiskur brølari hjá Fólkaflokkinum at farið at pilkað við valdið og linjuna hjá Jørgen Niclasen. Fyrst og fremst løgmaður, men nú eisini tingmanningin hjá Sambandsflokkinum hevur tryggjað honum valdið.
Hóast eygleiðarar í fleiri málum síggja, at hugsjónir kunnu renna saman millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, so er tann møguleikin ikki eyðsýndur. Hetta kundi verið ein alternativ samgonga, sum kundi ført ein skattapolitikk og fiskivinnupolitikk á breiðum politiskum grundarlag.
Men hendan alternativa samgongan kemur ikki í verðina, so leingi Fólkaflokkurin hevur takið á Sambandsflokkinum. Og tað hevur hann leingi afturat – í øllum førum so leingi, sum nú eisini tingmanningin liggur skerfløt fyri Jørgen Niclasen.