ODDAGREIN: Atfinningar og sjálvsálit

Í seinasta blaði setir stjórin á Føroya Handilsskúla eina heila røða av spurnarteknum við Visjón 2015. Sum kunnugt er dekkar hetta hugtak, at Føroyar á so at siga øllum økjum skulu vera millum fremstu lond í heiminum í 2015. Løgmaður hevur lagt sera stóran dent á hetta mál og eftir hvat hoyrist nýtir umsitingin nógva orku í at fáa hetta mál frá hondini sum frægast. Løgmaður má tí fyrihalda seg til atfinningarnar hjá handilsskúlastjóranum

Tað, sum funnist verður at, er, at Føroyar eru ikki nóg væl fyrireikaðar. Vit hava ov vánlig hagtøl, vit hava ov vánaligar politikkarar og vit hava ov vánaligar vinnulívsmenn. Hartil kemur so, at vit hava ov vánligan fólkaskúla, ov vánalig hagtøl og í sum heild eru alt ov illa fyrireikað til Visjón 2015. Mælt verður til at bíða í trý ár og so nýta hesi trý árini til at fyrireika okkum til allar tær avbjóðingar, sum altjóðagerðin og tøkniligubroytingarnar bera við sær.

Tað kann vera freistandi at geva høvundandum rætt og so bara útseta alt visjónsarbeiðið, tí hann hveur tí verri rætt í nógvum, sum hann skrivar, hóast vit halda, at hann er í so harðligur við hvørt. Spurningurin er bara, um tað hjálpir uppá støðuna at bíða. Hvørja vissu hava vit fyri, at vit um trý ár eru betur fyri enn í dag? Er ikki júst hugsjónin aftan fyri Visjón 2015, at vit beinanvegin skul fara undir at menna okkara førleikar á snøgt sagt øllum økjum. Vit vita rímiliga væl, hvar skógvarnir trýsta á flestu økjum.

So spurningurin er um ikki vit gera ilt verri við at bíða. Vit skulu eisini ansa eftir, at vit ikki gera okkum verri enn vit eru. Vit eru góð til sera nógv ting. Tey ungu klára seg sera væl á arbeiðsmarknaðinum úti sum heima, so her kann ikki alt vera galið. Vit mugu ansa eftir, at vit nú ikki púrasta fella í fátt, tí vit fáa at vita, at vit einki duga til. Tað ræður um at ansa væl eftir sjálvsmyndini! Tað ræður um at styrkja sjálvsálitið og at fara til verka. Landsstýrið eigur at taka atfinningarnar í størsta álvara og umhugsa, hvørji skilabestu hyggjuráðini eru.