ODDAGREIN: At blása torvmold...

Tað er eitt erligt sjónarmið at halda, at ferða­seðl­a­prís­ir­nir at koma til Før­oya eru ov høgir. Men tað er sum við veðr­i­num, øll tosa um tað, men eing­in ger nakað við tað.

Tann síðsti at taka málið upp var Ed­mund Jo­en­sen. Onkur roynir eisini at sleppa á ting við at meina tað sama. Men tá tú hevur sitið 23 ár á tingi, hevur verið Føroya Løg­maður og fólkatingsmaður, so átti tú at kunna komið við aðrari loysn á ferðaseðlaprísunum, enn at priv­at­i­sera ­tær báð­ar far­leið­ir­nar, vit hava eftir.
Atlantsflog er parvíst privat­i­ser­að, ein trið­ing­ur varð seld­ur priv­atum. Lands­stýrið gav lyfti um, at ein trið­ingur afturat skuldi selj­ast. Men tað var ikki gjørt, hetta lyft­ið til parta­eig­ar­ar­nar hev­ur lands­stýr­ið svik­ið. Flokk­ur­in hjá Ed­mundi J­o­en­s­en ræð­ur fyri borg­um í Ting­a­nesi, hann um­si­t­ur eis­ini Vinnu­mál­a­ráð­ið, sum aftur umsitur landsins ogn­ar­lut í At­lants­flog. So nú er ikki at tosa, Ed­mund, men at handla!
Tað er at blása torvmold í eyguni á fólki at fyr­i­gykla teimum, at tað verð­ur bí­lig­ari at ferð­ast, fyri tað um At­lants­flog verð­ur pri­v­at­is­er­að. Tað kost­ar sjálv­andi at hava eitt flog­felag flúgv­andi. Har eru nakrar fakt­isk­ar út­reiðslur, sum ikki slepst undan. Men har­aft­ur­at koma so tær út­reiðsl­ur, sum pol­it­ik­ar­ar dýkja á slík feløg, fyri at fáa fer­ðaseðl­arnar ­d­ýr­ari. Tað er so ein­falt sum tað. Hetta er eitt mál, sum Sambandsflokkurin av ølllum kann av­greið­a í eini hand­a­vend, um vilji er til tess. Tey, sum præd­ika um bí­lig­ari ferð­aseðlar­, tey­ eiga greitt at siga, hvør skal gjalda gildið!
Somuleiðis verður tosað um Smyr­­­il Line. Her er talan um pri­v­at fel­­ag, sum er nat­­­i­o­n­­al­­­i­­ser­­að. Her er alt­so hent tað øv­­ugta, at land­ið hev­ur »al­­mann­a­fis­er­að« ­eitt pri­vat vinnu­v­irki, sum ikki kláraði seg.
Viðhvørt er tað neyðugt at gera tað. Tað er eisini neyðugt at lofta ein­­um felag sum Smyril Line, um tað er í va­nd­a fyri at fara á heysin. Tað er blá­oygt at siga, at um Norr­øna glapp okk­­um av hond­um, so kom bara onk­ur ann­ar. Tí tað kom eing­­in annar. Eingin annar er líka »býtt­ur« sum vit, at fara undir slíka far­leið. Poli­tik­ar­ar, sum siga slíkt, teir eru ikki sína uppgávu vaksnir.
Um teir ikki dáma mátan, ella ikki dáma leiðsluna í felagnum ella okkurt annað, so kunnu tey gera nak­að við tað. Bara ikki koma við ut­opiskum argumentum.
Vit vilja øll varðveita motorvegin utt­an­lands –?og menna hann. Tað er fyri­t­rey­tin fyri øllum framburði her á landi. Uppgávan hjá tí al­menna er fyrst og fremst at skapa fyri­treyt­irn­ar fyri, at pri­v­at virki kunnu reka hesa vinnu – og so at hjálpa til, um tað ikki kann gerast á privatum grundarlag.