Oddagrein· Altjóða stríðsdagur

Dagurin er altjóða stríðsdagur hjá kvinnunum, og hevur hann nú verið hildin í Føroyum í nøkur ár. Siðurin gongur heilt aftur til 1910, tá javnaðarkvinnur í Danmark samtyktu at halda kvinnudag. Í 1911 var dagur hildin á fyrsta sinni í fleiri londum eitt nú í Danmark, men enn var áttandi mars tó ikki ásettur stríðsdagur at vera. Hetta hendi eftir, at eitt stórt kvinnuverkfall hevði verið í New York í 1909. Her skipaðu verkakvinnur fyri stórum tiltaki tann 8. mars og kom hesin dagur so líðandi at gerast altjóða kvinnudagur. Leingi var tað tó so, at altjóða kvinnustríðsdagur varð hildin ein sunnudag umkring tann 8. mars, og var hetta fyri ikki at missa løn hendan dagin. Í 1914 hildu danskar kvinnur kvinnudag tann 8.mars og hevur hann síðan í Danmark verið hildin hendan dag. Krøvini vóru frá fyrsta degi betri lívskor fyri verkakvinnur, friður, breyð og valrættur.

Eftir at kvinnur fingu valrætt í flestu fólkaræðiligum londum, gjørdist innihaldið i degnum breiðari og við skiftandi høvuðsevnum. Eisini hevur hugurin hjá kvinnum at halda dagin verið sveiggjað nakað. Undir fascimsuni og nazismuni var ikki loyvt at halda kvinnudag eins og tað undir kalda krígnum mangan var so sum so við áhuganum. Men so lýsti ST 1975 sum altjóða kvinnuár, og eftir hetta gekk av álvara framá við at halda hendan dagin. Eisini innihaldið skifti, og krøvini gjørdust alt meira slík sum javnstøða á øllum økjum, eitt nú útbúgving, sama løn fyri sama arbeiði o.m.a.

Enn tann dag í dag er hesin stríðsdagur sera aktuellur. Enn er langt á mál við eitt nú javnstøðu í politikki. Sum øllum kunnugt eru kvinnur undirumboðarar á løgtingi og í bygdar- og býráðum. Hetta er sera óheppið og gevur eitt veruligt demokratiskt hall, sum eitt framkomið samfelag sum okkara ikki kann liva við. Her má eitthvørt gerast, og hugskotini tróta heldur ikki.

Hví velja kvinnur ikki kvinnur? Hvat kann gerast til tess at tryggja kvinnum javnstøðu í øllum politiskum fora? Ein leið er at skipa fyri kvotum og heilt einfalt lóggeva soleiðis, at ávíst tal av t.d. tingsessum skulu tilskilast kvinnum. Ein onnur leið er at skipa fyri miðvísum upplýsingartiltøkum og her hava einstøku flokkarnir eina stóra ábyrgd. Hvør leið enn verður vald, so kann hesin ójavni ikki halda fram og má eitthvørt munagott tí gerast og her hava myndugleikar, flokkar og skúlaskipanin eina stóra uppgávu.
Sosialurin