Føroyingar hava ongantíð megnað at skapt ein virðiligan bústaðarmarknað. Koyrt hevur verið fram eftir fummum – og privatir peningastovnar hava alt valdið. Kapping millum bankar er ein býur í Kina, tí har ræður duopol, sum mangan er verri enn monopol – serliga tá peningastovnar látast at hava kapping, men kortini tryggja hvønn annan við at gera júst tað sama. Lækkar ein rentuna, so lækkar hin eisini. Tá koma eisini væl skrivað tíðindabrøv til miðlarnar um, at rentan lækkar – við útrokningum um, hvussu nógvar túsund krónur ein sethúsaeigari við so og so stórari skuld sparir.
Tá teir so aftur hækka rentuna, so kemur kanska eitt tíðindabræv, men tá verður »rentan tillagað« – ein undarlig formulering, sum onkur banka-spinndoktari man hava funnið uppá.
Tá so peningastovnarnir fóru at veita donsk realkredittlán, so kundi tú væntað, at støðið fór at verða, sum í Danmark. Men nei. Eitt »bidrag« hoyrir við til pakkan, og tað er eitt bidrag, sum einki hevur við ta kontrakt, tú sum lænari hevur gjørt, men eitt bidrag, sum bankin hækkar, tá honum tørvar meira pengar.
Soleiðis verður húsaeigarin på herrens mark, fullkomiliga gyrdur í brøkur.
Bústaðarviðurskiftini hava stóran týdning, tá vit tosa um fólkafráflyting. Vit sóu tað í seinastu kreppuni, at fólk flýddu um háls og herðar av landinum undan arbeiðsloysi og sethúsaskuld.
Flytur tú sum nýútbúgvin til Føroyar, so hevur tú onga arbeiðsloysistrygd og so slett onga bústaðartrygd. Tú mást út at leiga á privata og óskipaða marknaðinum, ella mást tú seta teg í skuld upp um bæði oyru – og tað ber ikki til, tá tú ert nýútbúgvin við ongum arbeiði.
Tí er tað kærkomið, um Húsalánsgrunnurin kann verða við til at broyta bústaðarfíggingina munandi.
Tað er gott við sterkum bankum. Men tað er uppaftur betur, um bankarnir fáa tað mótspælið sum ger, at fólkið og samfelagið eisini fær part av vinninginum.
Vónandi liggur fíggjarmálaráðharrin ikki á boðunum.