Oddagrein@Alt stendur opið í Norðstreymi

Er valið spennandi í Sandoynni og í Vágum, so verður tað ikki minni spennandi í enn einum av teimum smærri valdømunum, Norðstreymoy. Har eru eisini tveir umdømisvaldir tingmenn. Og í løtuni ein eykavaldur.


Seinasta val hendi tann heldur óvantaða broyting, at B, sum hevur átt annan sessin alla øldina, misti hann. Fólkaflokkurin fekk eitt sera gott val við sínum nýggja kanditati í Kollafirði. Út frá søguliga veruleikanum og eisini veljarakanningunum og tí sannroynd, at atkvøðuslúkarin hjá A ikki stillar uppaftur, kundi nógv bent á, at B fær sín mann aftur í Norðstreymoy. Men lat okkum undirstrika, einki er avgjørt undan valinum.

Hvør so fer avstað við hinum tingmanninum er ilt at meta um. E eigur hann í løtuni, meðan C eigur eykamann í valdøminum. Tað hendi eftir, at C misti umdømisvalda mannin í Sandoynni seinast og fekk hann tí eykamannin, har flestar avlopsatkvøður vóru. Og tá vóru tær í Norðstreymoy. Hetta gjørdi, at Hans Pauli Strøm kom á ting fyri fyrstu ferð. Hann hevur so roynt seg í eitt valskeið og er tað so upp til veljaran at viga hann og onnur valevni. Tað er ikki sagt ov nógv, tá sagt verður, at Hans Pauli Strøm hevur verið rættiliga virkin og grundigur í sínum tingarbeiði. Hann hoyrir til teir tingmenn, sum hava verið oftast á røðarapallinum og hevur hann markerað seg rættiliga nógv serstakliga í landspolitiskum málum. Nú C kann fáa umdømisvaldan mann í Sandoyar valdømi, í Skopun ella á Sandi, er møguleikin fyri at fáa eykamann í Norðstreymoy lítil. Tvs. siga, at skal C hava tingmann valdan har, so má hann upp í stríðið um teir umdømisvaldu.

E hevur vanliga staðið seg væl í Norðstreymoy, meðan tað hevur gingið upp og niður hjá C. Seinast C hevði umdømisvaldan tingmann har var tá Tummas Arabo stillaði upp. Nú stillar hann upp í Suðurstreymoy. Hyggja vit at E, so hava fleiri av teimum gomlu tingmonnunum avgjørt ikki at stilla uppaftur. Tó er Norðstreymoy eitt undantak, har ein av gomlu veteranunum Jógvan Durhuus stillar uppaftur.

Spenningurin um úrslitið av valinum í Norðstreymoy er øgiligur. Bæði A,B,C og E kunnu fáa menninar ella kvinnurnar. Uppstillingin, veljarakanningar, politiska rákið osfr. benda allar tann vegin, at allar dyr standa opnar. So samanumtikið kann sigast, at tey trý bíligastu valdømini í landinum, Sandoy, Vágar og Norðstreymoy við sínum seks tingsessum, kunnu vera rættiliga avgerandi fyri endaliga valúrslitið fyri alt landið og harvið eisini avgerandi fyri, hvussu eitt komandi landsstýri fer at síggja út.

Sosialurin